Í eini dagføring um Operation Grindstop skrivar Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd, at herverk verður framt móti bilunum hjá Sea Shepherd í Føroyum.
“Støðan er spent millum hvalamordarar og hvalaverjufólk. Bilar hjá Sea Shepherd hava verið fyri herverki, dekkini eru skorin upp á einum, tveir eru skøvaðir við lyklum og á einum triðja er nummarplátan stolin.
Tveir av manningini hjá Sea Shepherd í Føroyum eru fyrrverandi løgreglufólk og samstarva við løgregluna í Føroyum um málið”, skrivar Paul Watson.










