Fyri middagsleitið í gjár fór brandávaringin á Skúlanum á Argjahamri í gongd og hon stegðaði ikki aftur fyrr enn hálvan annað tíma seinni. Hetta hevði við sær, at ikki bar til at hava vanliga skúlagongd.
Tað vísti seg, at tað var ein drongur úr einum øðrum skúla, sum hevði framt herverk á ávaringarskipanina. Skúlin hevur tvey brandtrykk við høvuðsdyrnar, har annað brandtrykkið varð trýst inn.
Á skúlanum eru tveir brandalarmar, annar hevur samband við Brandstøðina og hin við hátalaanleggið á skúlanum. Brandstøðin fekk boð um, at hetta var falskur alarmur, men tað vísti seg at verða trupult at fáa alarmin í hátalaraanlegginum sløktan, men tað eydnaðist eftir hálvum øðrum tíma.