1. partur
Ein kaldan eftirmiddag, veturin 2006, løgdu tvey skip stilt í nógvum ísi tætt við munnan til Ross Sea. Hetta er út fyri Antarktis. Sea Sheperd Conservation Society, ein sera virkin felagsskapur, ið fyri 30 árum síðan varð stovnaður av Paul Watson, eigur bæði skipini. Endamálið hjá felagsskapinum er at verja lívið í havinum ímóti teimum oyðileggjandi vanunum og menniskjans grískliga matarlysti. Watson við eini manning á 52 sjálvbodnum hevur ført bæði skipini – Farley Mowat, úr Avstralia, og Robert Hunter, úr Skotlandi – til Ross Sea við tí fyri eyga at bjarga hvalum í einum av teirra týðandi heimaumhvørvum. Fyri eini øld síðan silgdi Ernest Shackleton og hansara manning inn í Ross Sea-økið. Har sóu teir so nógvan hval, at teir kallaðu staðið Bay of Whales. (»Ein sonn leikalund fyri hesi monstur«, skrivaði Shackleton.) Gjøgnum tað mesta av 20. øld varð nógvur hvalur veiddur í økinum, og hvønn vetur siglir ein japanskur floti inn á øki á veiðu eftir sildreka og tí hótta finhvalinum. Watson heldur uppá at verja við valdi. Í fleiri áratíggjur hevur hann brúkt sín egna flota til at sigla á hvalabátar og fiskiskip á opnum havi. Ásigling er hansara eyðkendi taktikkur. Og tað var júst tað, sum hann og manning hansara ætlaðu at gera móti japansku skipunum hendan vetrardagin, tað var altso um teir kunnu finna tey.
Watson er 56 ára gamal, tættur og væl bygdur. Hárið er hvítt og hangur ofta niður fyri eyguni. Á ferðum til Suðurpólin letur hann vanliga eitt skegg ella høkuskegg vaksa. Hendan dagin, 19. januar, tá ið skipini løgdu stilt í Ross Sea, var hann í einari svartari troyggju, ið minti um eina hernaðarbúna, við Sea Shepard merkjum og so eitt belti í ælabogalitum við einum slíðraðum knívi. Watson var skipari á Farley, ein rustaður norðurhavstrolari, ið er bygdur í Noreg í 1958. Skipið er svart við gulari rípu, á stavninum er ein skøltur og tvey bein málaði út yvir, og á dekkinum harframmi liggur eitt amboð, ið teir kalla »dósaopnarin«: eitt spískur stáloddur, ið verður skotin út frá stýriborðsíðuni á skipinum og skal gera skaða og hol á skrokkin hjá fíggindaskipinum. Ætlanin hjá Watson hendan dagin var at flyta so nógv av innbúgv, útgerð og manning sum til bar úr Farley og yvir á Hunter. Hetta komst lutvíst av tí, at Farley er eitt gamalt skip, ið næstan ikki er sjóført, lutvíst tí at skipið siglir ólógliga og hald kann verða lagt á skipið, um tað leggur at í havn. Og so lutvíst fyri at rigga skipið til ásiglingarháttin, ið hann kallar »Operation Asshole«. Navnið kemur av, at ásiglingin berur fyrst við bakstevnið á hinum skipinum.
Tá ið Watson ikki hevur fast undir fótunum og er til sjós, ber hann seg at sum Nemo Kapteynur. Tað vil siga, at hann ger tað, sum hann heldur vera rætt, sjálvt um hetta fevnir um at bróta vanligar mannagongdir og oyðileggja aðrar ognir. Har eru fleiri lógir, ið grundleggjandi hoyra til nútíðar siðmenning, sum øsa hann og sum ikki sampakka við hansara fatan av morali. Herímillum er tann eina ST samtyktin, hon við heitinum »Convention on the Law of Sea«. Samtyktin slær fast, at sjálvstýrandi statir aleina hava rætt til at tryggja, at lógir har verða hildnar. Um nú slíkar lógir órógva ætlanirnar hjá Watson, so kunnu lógir verða lógir, sum eru til at bróta. Tá ið hvalir eru uppi í leikinum, er hetta serliga so. Watson heldur, at hvalir eru skynsamari enn menniskjað, og at hvalaveiða svarar til morð. (Hann hevur samanborið týningina av hvalum við Holocaust). Japanar hava hinvegin eitt annað sjónarmið. Síðan 1930ini hava teir veitt hval við einum nútímans ídnaðarflota, og tess meiri heimurin uttanfyri átalar teirra veiðu, tess meira tvørliga stuðlar japanska stjørnin veiðuni.Watson stendur fast við, at um mótstøðumenn hansara alment verða noyddir at verja teirra virksemi, koma mótstøðumenninir sjálvir at avdúka, hvussu ivasom og óhjálpin støða teirra er. Ein hornasteinur í hansara framferðar- og hugsunnarhátti er at trýsta málið ígjøgnum.
Hvalaveiða er ikki banna, men tó heldur ikki heilt loyvd. Hetta er ein ógreið støða, ið er úrslit av politiskum neyðsemjur og stuttskygni. Í 1946 stovnaðu stóru hvalaveiðutjóðirnar International Whaling Commisson, ein stovnur við endamáli at stýra hvalaveiðu. Stovnurin kom sera illa frá arbeiðinum. Tá ið 1970ini vóru farin at halla, vóru fleiri djórasløg hótt og fyrst í 1980unum avgjørdi stovnurin I.W.C., at vinnulig veiða skuldi minkast. Hetta verður ofta umtalað sum eitt »bann« á vinnuligari hvalaveiðu, men meiri neyvt er talan heldur um eina »fyribils minking« Tó, so hava fleiri førandi hvalaveiðulond nokta at fylgja avgerðini. Hvalaveiða til frama fyri vísind hevur altíð verið loyvd og uttan avmarkingar. Japanar siga seg veiða hval, út fyri Suðurpólin, fyri at áseta nær stovnurin har verður nóg stórur til at vinnulig veiða loysir seg. Á vetri í 2005 drupu teir yvir túsund, hetta er nærum tvífalt so nógv sum norska vinnuliga veiðan gav upp – Noreg avvísti annars áðurnevndu avgerð hjá I.W.C.. Japanski flotin verður rikin av tí alment stuðlaða granskingarstovninum Institute for Cetacean Research í Tokoyo, men stovnurin hevur í roynd og veru ikki framleitt nakra gransking. Og allir hvalir, sum verða granskaðir verða slaktaðir við sølu fyri eyga á japanska marknaðinum.
Watson plagar at síggja lutir í teirra essensi, heldur enn í einum samanhangi. Ein diplomatur vildi sagt, at japanski hvalaveiðuflotin tekniskt fylgir lógini hjá I.W.C. og fyri at stegða hvalaveiðuni, má lógarverkið, ið loyvir flotanum at veiða hval, fyrst broytast. Watson leggur einki í smálutir í altjóða lógum, og hann tvíheldur um at japanski flotin brýtur lógina, og av tí, at I.W.C. ikki ger nakað við málið, so mugu hann og hansara manning gera okkurt. Hann kallar sín flota »Neptune´s Navy« eller »Herfloti Neptuns«, fyri honum er flotin lógarhevjandi eind.
Heimskendir »celebrity-stuðlar« hjá Watson eru millum aðrar Mick Jagger, Pierce Brosnan, Sean Penn, Aidan Quinn, William Shatner, Edward Norton, Orlando Bloom og Uma Thurman. Í 1995 fór Martin Sheen við Watson og øðrum aktivistum til Magdalen Islands í Quebec, á eina mótmælisferð ímóti drápi av kópahvølpum. Eitt harkalið av kópaveiðumonnum hótti mótmælisfólkini, Watson kom í bardaga og var illa sligin. »Hann er ein av teimum djarvastu fýrunum á jørðini« segði Sheen við meg. »Og eg eri honum so takksamur fyri hansara áræði, dirvi, vágafýsni og hansara menniskjansleika.« Steve Wynn, kasino-ríkmaðurin úr Las Vegas, hjálpti einaferð Watson við at keypa ein kavbát (men farið manglaði týðandi maskindeilir og kundi sostatt ikki brúkast). John Paul DeJoria, stjóri á John Paul Mitchell Systems, stór hárviðgerðarfyritøka, hevur givið í tíggjunda tali av túsund-dollarum til virksemið og sjóferðirnar hjá Watson. Í ráðgevandi nevndini hjá Sea Sheperd situr t.d. Elizabeth May, leiðari av The Green Party í Kanada, og Roger Payne, ein av heimsins leiðandi hvalaserfrøðingum. Watson er hetjan í skaldskapinum hjá Edward Abbey, ið hevur skrivað »The Monkey Wrench Grang« (frá 1975), ein kveikjandi bók fyri umhvørvis-sabatørar. Dalai Lama skrivaði honum eitt stuðulsbræv og gav honum eina standmynd av Hayagriva – ein vreiðisgudur, ið sambært gomlum buddistiskum tekstum, kúgar allar demonir og alt ónt. Millum tey, ið tala fyri serligum djórarættindum, er Watson ein hálvgudur. »Eg síggi hann sum ein hejtu,« soleiðis sigur Peter Singer, granskari innan etikk av Princeton universitetinum og høvundur við bókini »Animal Liberation«, við meg. »Fyri at stegða djórapínslu er hann sinnaður at seta seg sjálvan í vanda á støðum, har eingin annar vil fara.«
(Sí eisini grein í blaðnum í dag)










