Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur dømt B36 at tapa dyst í Betrideildini hjá monnum 3-0 og B68 at vinna 3-0. Orsøkin er, at B36 nýtti ólógligan spælara í dystinum, sum B36 annars vann á vøllinum.
Avgerðin hjá aganevndini kann kærast til yvirkærunevndina, sum eigur endaligu avgerðina. B36 fer at kæra avgerðina.
Niðanfyri kanst tú lesa allan úrskurðin hjá Aganevndini.