Her eru nýggju korona-tiltøkini frá landsstýrinum

Skúlagongd verður avmarkað - og mælt verður eisini til, at ávíst frítíðarvirksemið verður ávirkað

Korona er aftur farið at ganga av álvar og nú hevur landsstýrið viðgjørt støðuna. Úrslitið er, at nú verða tiltøk sett í verk, og í áðni kom hendan fráboðanin frá løgmanni:

 

Stóra smittuspjaðingin hevur við sær, at neyðugt verður at gera tillagingar í skúla- og frítíðarvirksemi. Tiltøkini verða galdandi komandi vikuna, og miðja ímóti at minka um smittuna, har hon ger mest um seg.

 

Smittan nørist serliga millum børn og ung, og serliga í Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

 

Skúlagongdin Á Skúlatrøð í Klaksvík og í Miðnámi á Kambsdali verður tí ávirkað frá í dag og eina viku fram. Børn úr fyrsta til triðja flokk Á Skúlatrøð fara í skúla sum vanligt, meðan allir hinir flokkarnir fáa fjarundirvísing. Allir næmingar á Miðnámi á Kambsdali fáa eisini fjarundirvísing.

 

Harafturat verður mælt til eina minking í frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum, har smittan ger mest um seg. Mælt verður eisini til at útseta størri tiltøk, har børn og ung úr øllum landinum koma saman.

 

Mælt verður til at hava gott reinføri, sosiala frástøðu og yvirhøvur at hava skilagóða atferð, sum kann avmarkað smittuvandan.

 

”Korona ger aftur um seg,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. ”Sum vit hava sæð fyrr, kann støðan broytast skjótt, og vit hava havt fyri neyðini at tillaga okkum til nýggjar umstøður. Tað gera vit aftur nú. Heilsumyndugleikarnir og landsstýrið hava allatíðina fylgt væl við støðuni, og nú meta vit tað vera neyðugt at seta inn í ávísum økjum, har smittan ger um seg,” sigur løgmaður.