Í gjár var stóri FM-dagurin, har FM-vinnararnir í badminton, borðtennis og judo blivu funnir. Tilsamans verður bleiv tað til 16 FM-vinnarar, skrivar Kringvarpið.
##med2##
Í badminton vann Rannvá Djurhuus Carlsson einmansleikin hjá kvinnum, meðan Bartal Poulsen vann einmansleikin hjá monnum, skrivar Kringvarpið. Benjamin Gunnarstein og Rannvá Djurhuus Carlsson vunnu blandaða tvímansleikin, Magnus Dal Christiansen og Benjamin Gunnarstein vunnu tvímansleikin hjá monnum og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen vunnu hjá kvinnunum.
##med3##
Í borðtennis var ein eitt sindur serligt hending, tí FM-vinnararnir í einmansleiki eru systkin. Durita Fríðadóttir Jensen er føroyameistari fyri triðju ferð í einmansleiki í borðtennis hjá kvinnum, meðan beiggi hennara Fróði Fríðason Jensen er føroyameistari í einmansleiki hjá monnum, skrivar Kringvarpið, sum sendi frá øllum 16 FM-finalunum.
##med4##
Í judo vóru seks FM-finalur. Vinnararnir hjá monnum eru Dánjal á Krákusteini úr Havnar Judofela (- 66 kg), Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag (- 73 kg), Nicolai Skoubo úr Havnar Judofelag (- 81 kg), meðan Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag vann opna bólkin.
##med5##
Hjá kvinnunum vann Silja Johannesen úr Sunda Judofelag bólkin - 63 kg, meðan Anna á Fløtti Antoniussen úr Klaksvíkar Judofelag vann bólkin + 63 kg.
##ms##