Her er sangurin hjá Jógvani

Leygarkvøldið skal Jógvan Hansen luttaka í íslendska Tónleika Grand Prixnum. Sangurin hjá Jógvani er á íslendskum og eitur Ég Lofa. Hoyr sangin her. Fimm sangir eru við í triðju og seinastu innleiðandi kappingini í íslenska Grand Prixnum leygarkvøldið. Tveir sangir sleppa í finaluna, sum verður hildin leygarkvøldið 12. februar.

 

Í dag eru sangirnir, sum skulu kappast leygarkvøldið, kunngjørdir á heimasíðuni hjá íslendska Kringvarpinum.

 

Sangurin hjá Jógvani Hansen eitur Ég Lofa. Jógvan hevur skrivað lagið saman við Vignir Snær Vigfússon, og yrkingina hevur Sigurður Ørn Jónsson gjørt.

 

Tað ber til at hoyra Grand Prix sangin hjá Jógvani Hansen á hesi slóðini:

 

vefir.ruv.is/songvakeppnin/login/eg-lofa/