Her er nýggja nevndin hjá Vodafone

Nevndin í Vodafone hevur fingið nýggjan formann og nýggjar nevndarlimir. Meirilutin í nevndini eru nú føroyingar

 

Nevndin í telefelagnum Vodafone er nú mannað við Heiðar Guðjónsson formanni, Rúnari Reistrup og Henny á Líknagøtu.

 

Nýggj í nevndini er Henny á á Líknargøtu. Henny á Líknargøtu er sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line. Tá Kall, sum seinni skifti navn til Vodafone, byrjaði sítt virksemi í 2002 var Henny marknaðarleiðari í Vodafone. Tískil er talan um ein royndan persón innan fjarskifti.

 

Rúnar Reistrup hevur starvast hjá Vodafone Global í London í leiðandi starvi innan menning av nýggjum produktum. Hann er í dag stjóri fyri Depop, sum er skjóttveksandi fyritøka innan sølu millum fólk av alskyns lutum umvegis snildfonina. Hann hevur sitið í nevndini síðani november 2013.

 

Nýggi nevndarformaðurin, Heiðar Guðjónsson, er eisini nevndarformaður í íslendska Vodafone, og hann er størsti privati partaeigarin í íslendsku fyritøkuni. Heiðar Guðjónsson er eigari og stjóri í íleggingarfelagi, sum eigur í ymsum vinnum og marknaðum.

 

- Føroyski marknaðurin er livandi og krevjandi at virka á. Neyðugt er at hava fólk í nevndini, sum kenna til føroyska marknaðin og altjóða gongdina innan fjarskifti, har broytingarnar eru nógvar og títtar, sigur Gudny Langgaard, stjóri fyri Vodafone.