Henry má venja seg við Barcelona

Thierry Henry skeyt mál uppá samliband fyri Arsenal. Men ikki sær tað líka ljóst út í Barcelona, ikki enn í hvussu er. Thierry Henry hevur skrivað undir ein 4-ára sáttmála við Barcelona. Men síðani kappingarbyrjan eru tað bara blivin til 4 mál í Barca-troyggjuni. ?Tann Henry tit sóu í Arsenal var Arsenal-Henry. Nú spæli eg við Barcelona, og tað verður so ein annar Henry.? sigur Thierry Henry. ?Stílurin er øðrvísi her. Í Arsenal var spælið meiri beinleiðis, og tá kom bólturin skjótari til mín. Men eg arbeiði við at tilpassa meg. Tað má verða eg, sum tilpassi meg Barcelona, og ikki øvugt.? sigur Henry avgjørdur.