Helena og Hanna inn – Kári og Hanus út

Um hendan velj­ar­a­kann­ing­in hevði ver­ið úrs­lit­ið av løg­tings­val­i­num 29. oktober, so hevði broyt­ingin verið, at tvær kvinn­ur komu inn á ting í stað­i­n fyri tveir menn.

Helena Dam á Neystabø hevði verið nummar sjey hjá Javn­að­ar­flokk­i­num við 259 at­kvøð­um – hon hevði bara tvær at­kvørður færri enn numm­ar seks. Hanna Jen­sen hevði komið inn sum numm­ar trý hjá Framsókn við 210 atkvøðum.
Kári P. Højgaard hevði mist sín sess við sín­um 317 aktøvðum, tí Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in hevði ikki komið á ting, með­an Hanus Samró hevði mist áttanda sæti hjá Fólk­a­flokkinum við sínum 304 at­kvøð­um.