Tá bátafylgið fer av Eiði suður til hósvíkar fríggjadagin verður tað helst í regni og vindi. Tað benda veðurforsagnirnar á.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum, sigur, at fyrrapartin fríggjadagin verður lot av vestri, turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og regn. Hitin verður millum 10 og 13 stig.
Sambært veðurkortum, so verður regn av og á í Sundalagnum seinnapartin fríggjadagin. Tølini siga, at tað fer at regna 0,3 mm í Sundalagnum seinnapartin fríggjadagin.
Leygardagin og sunnudagin verður hvassur vindur av útsynningi og ælingur.
Veðurkortini boða frá nógvum regni leygarmorgunin, tí tá fer at regna 4,6 mm. Seinnapartin og út á kvøldið verður minni regn, niður í 1,1 mm.
Sunnudagin verður hvassur vindur ella skrið av landnyrðingi og ælingur. Hitin millum 10 og 14 stig.