Áheitan til unga Tjóðveldi: Politikkur má snúgva seg um politikk

Sjúrður Skaale, uttanflokkatingmaður, sum fór úr Tjóðveldi í mai, heitir á ung tjóðveldisfólk at finna ta røttu javnvágina millum partapolitikk og politikk, soleiðis at tey, sum velja Tjóðveldi, fáa ta makt í samfelagnum, sum tey eiga og hava uppiborið.

Tað segði hann í røðuni, hann helt á Doktaragrund í gjárkvøldið, ólavsøkukvøld.

- Tit mugu minnast til, at tær mongu atkvøðurnar, sum Tjóðveldi fær, eru atkvøðurnar hjá nøkrum av teimum mest broytingarhugaðu fólkunum í landinum. Endamálið hjá teimum, sum velja Tjóðveldi, er ikki at gera Tjóðveldi so stórt sum gjørligt. Tað er at fáa politiska ávirkan. Vissi Tjóðveldi ikki tryggjar, at hesi fáa veruliga ávirkan, ja, so verður Tjóðveldi ein konservativ kraft í samfelagnum, tí tað ger, at hesi fólk ikki fáa ávirkan. Ístaðin fyri at geva teimum broytingarhugaðu vald, passifiserar tjóðveldi hesi fólkini. Tjóðveldi leggur seg ímillum sínar egnu veljarar og valdið í landinum, segði Sjúrður Skaale í røðuni.

Hann segði eisini, at tað eru nøkur fólk í flokkinum, sum vilja seta flokkin og ideologiina fram um alt. At tað eru nøkur, sum altíð halda seg partapolitiskt reinan, og at reka tey burtur frá sær, sum við politksum semjum kunnu hugsast at seta skeinir í tann so skínandi reina ideologiska tankabygningin.

- Tit velja sjálv hvørja kós til vilja halda – men mín meining er, at fylgja tit linjuni hjá Tórbjørn Jacobsen, so er vandi fyri, at Tjóðveldi meira fer at bera brá av einum semi-religiøsum klubba sum savnast um eina ideologi, heldur enn einum politiskum felagsskapi, sum fremur veruliga tjóðskaparpolitisk framstig. Í flokkinum eru tíbetur mong – helst nógv tey flestu – sum eru meira pragmatisk sinnað enn Tobbi – og teimum kreftum vil eg mæla tykkum til at stuðla. Ideologi er ein alneyðugur viti at sigla eftir. Men tað ber eisini til at verða blindaður av ideologi – og tá gerst hon eitt haft um beinið, segði Sjúrður Skaale, sum fór úr Tjóðveldi í mai.