Í løtuni er eitt ávíst ráðaloysi á dagstovnunum og tí verður tað neyðugt at útbúgva fleiri pedagogar. Tað heldur Dagstovnaráðið. Samstundis heita tey staðiliga á Jenis av Rana, landsstýrismann um at halda fast um ætlanina at lata Fróðskaparsetrið taka ein flokk av pedagogum inn afturat næsta ár.
Tey vilja hava, at størri dentur verður lagdur á dagstovnaøkið og tí harmast tey um, at einki er sett av á fíggjarlógini fyri næsta, so at Setrið kann taka flokkar inn tvær ferðir um árið. Tey minna eisini landsstýrismannin á, at í januar í ár segði hann við KvF, at »Vit ætla, at frá komandi januar/februar, skal eitt hold verða tikið inn afturat«. Somuleiðis hevur búskaparráðið mælt til at útbúgva fleiri pedagogar fyri at bøta um starvsfólkatrotið.
– Altjóða gransking seinastu 40 árini vísir, at tað hevur sera stóran týdning, at smá børn hava góðar pedagogiskar umstøður, og at tað er ómetaliga dýrt at bøta um seinni, sigur Dagstovnaráðið. Tey leggja afturat, at støðan er álvarslig, og eftir barnatalinum eru tað alt ov fáir pedagogar á dagstovnum.
– Dagstovnaráðið hevur ilt við at skilja, at lyftið um at taka ein eyka flokk inn nú í januar 2022 ikki sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Vit heita staðiliga á mentamálaráðharran at halda fast í hugburðinum, hann vísti í Kvf í januar, og at bera so í bandi, at flokkur afturat við pedagogum verður við í fíggjarlógini, sigur dagstovnaráðið.
Í Dagstovnaráðnum er Hildur Patursson, forkvinna og hinir limirnir eru Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, Ivonna Johansen, námslektari í námsvísindum og ph.d. lesandi á Fróðskaparsetrinum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, Julianna Næs, námsfrøðingur og varaleiðari, Edda Hjartvarsdóttir, námsfrøðingur, Fróði Jacobsen, samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum, og sum umboðar Javnstøðunevndina og Óli Rubeksen, leiðari fyri SSP.











