Heita á Jørgen Niclasen um at vísa varsemi

Nú tað frættist, at ein íslendskur rækjutrolari er á veg í føroyska flotan, mælir felagið Rækjuskip Jørgen Niclasen til at vísa varsemi ? Alt bendir á, at rækjurnar á Flemmish Cap verða kvoteraðar í næstu framtíð, og so kann skjótt ov lítið verða í part, sigur Jákup Egholm Hansen.

?Tað er umráðandi, at fiskiorkan hjá føroyska rækjuflotanum á Flemmish Cap ikki verður økt.

Tað heldur felagið Rækjuskip. Felagið hevur í vikuni sent landsstýrinum eina áheitan um at vísa varsemi, so at fiskiorkan hjá flotanum, sum roynir á Flemmish Cap, ikki verður økt.

Áheitanin verður send í kjalarvørrinum á tíðindunum um, at ein íslendskur rækjutrolari er á veg í føroyska flotan og skal á Flemmish Cap at fiska burturav føroyskum fiskidøgum.

Føroyingar eiga 1.607 fiskidagar eftir rækjum á Flemmish Cap.

Men nú frættist at ein íslendskan rækjutrolarar er á veg at verða skrásettur í Føroyum. Talan er um ein trolara, sum føroyingar keypa ein part í, og hann verður skrásettur í Føroyum. Nú skal hann so á Flemmish Cap at fiska av føroyskum fiskidøgum.

Men talan er ikki um eitt nýtt loyvi. Talan er um eitt loyvi, sum hevur skift eigara, og sum hevur ligið stilt eina tíð. Vit hava fingið upplýst, at talan er um rækjuloyvi hjá Margrethu, sum Føroysk/íslendski rækjutrolarin nú skal hava. Felagið Rækjuskip hevur viðgjørt hesa nýggju støðuna, sum nú hevur tikið seg upp í rækjuflotanum.

Og felagið hevur samtykt at senda Jørgen Niclasen, fiskimalaráðharra skriv, har heitt verður á hann um at vissa sær, at ognarviðurskiftini eru ílagi, nú nýggi rækjutrolarin kemur í flotan. Tað vil siga at føroyingar eiga 2/3 í skipinum og íslendingar bara 1/3.


Má ikki økjast

Somuleiðis heitir felagið Rækjuskip á fiskimálaráðharran um at halda fast um treytirnar í lógini um, at fiskiorkan ikki verður økt, hóast nýtt skip kemur inn í flotan.

? Margretha var eitt lítið skip. Og endar fiskiloyvið hjá henni hjá einum stórum skipi, er tað ikki í samsvari við lógina, sum sigur, at fiskiorkan skal ikki økjast, tá ið loyvi verða flutt ímillum skip, sigur Jákup Egholm Hansen, formaður í felagnum Rækjuskipum.


Kvotur á rækjurnar

Hann sigur, at ikki minst er tað neyðugt at halda fast um, at fiskiorkan á Flemmish Cap ikki verður økt.

? Alt bendir á, at kvotur verða ásettar fyri rækjufiskiskapin á Flemmish Cap.

? Nær tað verður, er ilt at siga, men tað kann verða longu í ár, ella næsta ár.

? Og tá er tað ikki serliga heppið fyri flotan, sum nú er, um kvotan skal býtast sundur millum enn fleiri skip. Tí tað er ivaleysa lítið í part sum er.

Jákup Egholm Hansen vísur á, at í fjør fiskaðu føroysk rækjuskip 9.000 tons á Flemmish Cap. Tey vórðu fiskað av teimum fimm stóru skipunum og Gilstón.

? Nú rækjurnar verða kvoteraðar, hevur alla tíðina verið tosað um eina heildarkvotu upp á eini 30.000 tons. Søguligu fiskiskapurin hjá føroyingum fer at geva okkum eina kvotu uppá 6000-7.000 tons av rækjum.

? Og tá ið tey seks skipini í fjør fiskaður 9.000 tons, er tað eyðsæð, at trupulleikar skjótt kunnu stinga seg upp, um fiskiorkan verður økt.

Ein annar trupulleiki hjá rækjuflotanum er, at skipini eru so ógvuliga ójøvn í stødd, og hava harvið ógvuliga ymsa fiskiorku.

? Og at finna ein býtislykil fyri flotan á Flemmish Cap kann gerast ógvuliga trupult, og tað er ikki viðgjørt og enn minni avgreitt, hvørki politiskt, ella í vinnuni. Tí halda vit, at tað eru nógvir spurningar, sum eiga at verða loystir, áðrenn loyvi verður givið til at økja fiskiorkuna á Flemmish Cap.

? Á Svaldbard er støðan øvugt, tí har er yvirskot av fiskidøgum, og har hevur verið tosað um at leigað skip fyri at gagnnýta teir møguleikarnar. So at fingið fleiri skip í tann fiskiskapin, hevði ongin havt nakað ímóti, sigur Jákup Egholm Hansen.