Hondbóltur
Eftir eitt ár í næst bestu donsku deildini, har hann hevur leikt við Ejby, hevur Heini Joensen nú tikið eitt stórt fet framá. Komandi ár verður hann nevnliga at síggja í bestu donsku deildini, har júst uppflutta TMS hevur boðið føroyinginum sáttmála.
Venjarin hjá TMS, Flemming Oliver Joensen, sigur seg leingi havt eitt ynski um at styrkja hópin við einum lámi, og tí var hann ógvuliga fegin um styrkin, tó at hann eisini viðgongur, at hann vildi havt ein meira royndan leikara.
- Eg haldi at Heini hevur stórar møguleikar, men hann er eisini ein »ófærdigur« leikari, sum framvegis hevur nógv at læra. Fyrst og fremst eru styrkir hansara skot- og gjøgnumbrotsstyrkin, men hann hevur eisini evnini at spæla inn á strikuna, so vit skulu nokk fáa nakað burturúr honum. Ikki minst tí vit á liðnum hava tørv og skotsterkum leikarum, so vit í størri mun kunnu hótta útifrá, sigur venjarin við Dagblaðið í Køge.
Hesin Flemming Oliver Joensen hevur annars í aðrar mátar havt samband við føroyskan hondbólt. Tað vísur seg nevnliga, at Hanus Joensen, sum er pápi Heina, eitt skifti var liðfelagi við Flemming í Stadion.
Nýggja felagið hjá Heina flutti sum nevnt upp í bestu donsku deildina í ár. Higartil hevur felagið styrkt um hópin við trimum nýggjum leikarum, og sagt verður, at tað fyrst og fremst verður á heimavøllinum, at neyðugu stigini til hetta skulu finnast. Her hevur TMS ikki tapt nakran dyst síðani februar mánað í 1999.