Í kvøld verður heimskendi finski tónasmiðurin, Heikki Mäenpää, at hoyra í býráðshøllini í Klaksvík. Mäenpää hevur millum annað gjørt tónleikin til kendu Mumifilmarnar
Í sambandi við at Klaksvíkar Býráð í hesum døgum hevur vitjan úr finska vinarbýnum Tammerfors, verður kendi tónasmiðurin og tónleikarin Heikki Mäenpää at hoyra í býráðshøllini í kvøld.
Umframt tónleikin til filmarnar um Mumitrøllini, hevur Heikki Mäenpää skrivað hópin av tónleiki til alkyns teaturstykki.
Seinnu árini hevur tónleikurin hjá Heikki Mäenpää verið framførdur á pallum kring allan heim. Sjálvur spælir Heikki Mäenpää uppá hópin av ljóðførum og er hann tiltikin harmonikusnillingur
Heikki Mäenpää verður at hoyra í Býráðshøllini í Klaksvík í kvøld klokkan 19.30.
Eisini verðu hann við til framførslurnar úr Mumidalinum, sum verða í Skúlanum á Ziskatrøð fríggjadagin og í Atlantis leygarkvøldið kl 20.00










