Heimskendur skemtileikur í Havn í heyst

Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við skemtileiki burturav í heyst

 

Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” verður at síggja í Sjónleikarhúsinum nú í heyst

Leikurin er um stríðið hjá vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum tey hava eftir, tá skatturin, bankin, streymurin og oljan, eru farin við sínum.

 

Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá ið prísurin á matvørum enn einaferð fer upp og ístaðin fyri at gjalda tað, tað kostar, gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki.

 

- Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum við barn samstundis – og allar í minst níggjunda mánað!

Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein skemtileikur burturav, sigur Havnar Sjónleikarfelag.

Hetta er ikki fyrstu ferð, hesin leikur verður spældur í Føroyum,

 

Hann var eisini sera væl umtóktur tá Gríma spældi hann í 1979, við Eyðun Johannessen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum.

Hesa ferð verða tað Hjálmar Dam, Ria Tórgarð, Sissal Hjaltalin, Rói Næss og Jákup Dahl ið spæla.