- Hjá Myklebust Verft funnu vit eitt umhvørvi við stórum førleikum fyri kappingarførar prísir, og eg eri errin av, at hetta umhvørvi er í Noregi. Myndina eigur Myklebust Verft.

Fara at byggja heimsins størstu hydrogenferjur

- Vit eru sera væl nøgd við at vera komin á mál við einari avtalu um at byggja heimsins størstu hydrogenskip - í tøttum samstarvi við reiðaríið, sigur umsitingarstjórin í Myklebust Verft.

- Hjá Myklebust Verft funnu vit eitt umhvørvi við stórum førleikum fyri kappingarførar prísir, og eg eri errin av, at hetta umhvørvi er í Noregi. Myndina eigur Myklebust Verft.

Myklebust Verft í Noregi hevur fingið sáttmála um at byggja tvær stórar hydrogenferjur fyri felagið, Torghatten Nord. Ferjurnar, sum skulu sigla millum Bodø og Lofoten, kunnu taka 120 bilar hvør.

 

Sambært Torghatten Nord verða hetta heimsins størstu hydrogenskip.

 

- Hjá Myklebust Verft funnu vit eitt umhvørvi við stórum førleikum fyri kappingarførar prísir, og eg eri errin av, at hetta umhvørvi er í Noregi. Hetta er eitt stórt stig fyri norska tøkni og fyri norskt byggiumhvørvi.

 

Tað sigur Marius Hansen, umsitingarstjóri í Torghatten Nord í tíðindaskrivi, sum norskir miðlar endurgeva í dag.

 

- Vit eru sera væl nøgd við at vera komin á mál við einari avtalu um at byggja heimsins størstu hydrogenskip - í tøttum samstarvi við reiðaríið, sigur Leiv Sindre Muren, umsitingarstjóri í Myklebust Verft.

 

##med2##

 

Norski samferðslumálaráðharrin, Jon-Ivar Nygård, heldur, at sáttmálin millum Torghatten Nord og Myklebust Verft vísir, at skipasmiðjan er kappingarfør, og at skipasmiðjan vil viðvirka til loysnir, sum minka um útlátið.

 

Sambært norskum miðlum, sum í dag skriva um nýggja sáttmálan, er ferðafólkaflutningur við hydrogen-ferjum á einum so longum teini ikki royndur aðrastaðni í heiminum áður.

 

Lagt verður aftrat, at hydrogenið til ætlaðu ferjurnar hjá Torghatten Nord skal framleiðast í Bodø í Noregi, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

- Hjá Myklebust Verft funnu vit eitt umhvørvi við stórum førleikum fyri kappingarførar prísir, og eg eri errin av, at hetta umhvørvi er í Noregi. Myndina eigur Myklebust Verft.

Myndina eigur Torghatten Nord