Heim til jóla í summarferiu

24 ára gamla Beinta Beinisdóttir gjørdist so bitin av Australia, tá hon var har og fjakkaði, at hon gjørdi av at fara »down under« at lesa. Har er deiligt at vera, men tað er samstundis hart at vera so langt heimanífrá, og tí passar tað væl, at hon kann koma heim til jóla í summarferiuni

Eftir loknan miðnámsskúla valdi Beinta Beinisdóttir at ríva eitt ár úr kalendaranum og fara út í heim av fjakka. Leiðin gekk til Australia, og hon gjørdist so bergtikin av landinum, at tað endaði við, at hon fór á universitetið í Brisbane at lesa.
- Tað var bara alt, sum hugtók meg. Veðrið, landið og fólkið, alt var líka spennandi og bergtakandi – og so gjørdi tað ikki alt verri, at eg var eitt sindur forlovað har niðri, sigur Beinta Beinisdóttir.
Uppruna ætlanin var annars, at hon skuldi til Skotlands at lesa.
- Men so fekk eg at vita, at ein vinkona ætlaði sær til Australia at lesa, og so var tað bara avgjørt, sigur Beinta Beinisdóttir.
Tað gjørdist so universitetið í Brisbane, sum skal verða heimstaðurin í tvey ár aftrat, tí grundútbúgvingin tekur trý ár.
- Eg havi so valt linjuna, innan fotojournalistikk. Vit ganga bara í skúla í 28 vikur, men tá er tað eisini rættiliga intenst, sigur Beinta Beinisdóttir.
Meiningin er at fullføra lesturin í Australiu, men Beinta viðgongur, at tað er hart.
- Tað er fyri tað fyrsta hart at vera so langt heimanífrá, og einki fáa við av tí, sum allir vinirnir og familjan ger, men tað er so sanniliga eisini hart at skula ferðast so dýrt, sigur Beinta Beinisdóttir.
Tað kostar einar 13.000 krónur at ferðast úr Australia til Føroyar, og tað tekur einar 40 tímar at koma til Danmarkar.
- Men sjálvandi, tú situr væl og sær film og fær at eta, so tað í sjávum sær er eingin trupulleiki. Men tú skal altso taka eina avgerð um, antin tú vilt seta teg í skuld fyri at koma heim, og tað eru tað ikki øll, ið gera. So fleiri eru har niðri um jólini, sigur Beinta Beinisdóttir.

Líka fyri øll
Ein stórur trupulleiki er, at ferðastuðulin slær als ikki til, og á tann hátt lønar tað seg munandi betri at lesa hesumegin knøttin.
- Vit eru nøkur, sum hava tosað um at arbeiða fyri, at ferðastuðulin verður eins fyri tey, sum lesa hesumegin knøttin og okkum, sum lesa hinumegin, sigur Beinta Beinisdóttir.
- Vit hava fýra mánaðar summarferiu, sum í Australia er mánaðirnar rundan um jólini, og so hava vit vetrarferiu í juni og juli. Men um tú ikki fær eitt arbeiði í frítíðini, mást tú stovna skuld, fyri at koma heim, sigur Beinta Beinisdóttir.
Sjálv er hon so heppin at hava eitt arbeiði at koma heim til. Eitt starvsfólk á Látrinum í Nólsoy er í farloyvi, og tá Beinta áður hevur arbeitt har, hevur borið til at arbeiða teir báðar mánaðirnar, ið starvsfólkið er í farloyvi.
Hon er ikki heilt ókend við Nólsoy. Mamman flutti út hagar fyri nøkrum árum síðani, og hon hevur eisini starvast sum vikarur í Nólsoyar skúla.
- Eg havi búð her úti í onkrum tíðarskeiðum, og mær dámar stak væl lívið í einari lítlari bygd sum Nólsoy. Tað er eisini ótrúliga stuttur vegur til arbeiðis, so tað er fínt, sigur Beinta Beinisdóttir.

Skjeyt harur
Sambúgvin hjá mammuni eigur jørð og fær harvið seyð, og tað er nakað, sum Beinta hevur áhuga fyri.
- Eg slapp at vera við til at fletta í fjør, og tað dámar mær stak væl. Eg slapp at skjóta onkran seyð eisini, og tað var stuttligt. Tað vóru fleiri mans inni, tá eg spurdi, um eg kundi sleppa at skjóta, men tá gjørdist tøgn, sigur Beinta Beinisdóttir.
Tað var tó eingin trupulleiki, og Beinta slapp eisini at royna tað.
- Eg kenni eina á universitetinum, sum býr á inum bóndagarði, og tey hava bjóðað mær at komi at hjálpt teimum at flett, so tað ætli eg mær. Tað kundi verið stuttligt at sæð, hvussu tey fletta seyð í Australia, sigur Beinta Beinisdóttir.
Og at tað býr ein veiðimaður í henni gav at býta, tá hon næstseinasta leygardag var við til haruskjóting.
- Eg havi altíð gjarna sloppið við at skjóta harur, men tað hevur bara ongantíð ligið fyri áður. Tað hevur altíð virkað so stuttligt at royna tað, og í ár lá so fyri, sigur Beinta Beinisdóttir.
Fríggjakvøldið undan fóru hon og sambúgvin hjá mammuni so oman á keiina fyri at læra seg at skjóta.
- Eg havði ongantíð skotið fyrr. Bara við luftbyrsu eftir plastrósum á stevnum, ikki við rættiligari byrsu. Eg prøvaði at skjóta seks skot, men so máttu vit gevast, sigur Beinta Beinisdóttir.
So skuldi slagið standa. Fyrsta skotið var skeivt, men so bragdaði.
- Fyrsta haran, sum eg skjeyt, sat still. Eg má hava verið nakað spent, tí tá eg hevði skotið hana, rystist eg sum eitt bókablað, sigur Beinta Beinisdóttir.
Dagurin gjørdist góður fyri havnardamuna. Hon kom til húsar aftur við trimum harum, og tað var meiri enn onkur annar hevði fingið.

Heim til jóla
Hinumegin jørðina eru árstíðirnar umvent sum her hjá okkum. Har halda tey jól á hásumri, og tað kann vera ilt hjá okkum at ímynda okkum.
Tað merkir eisini, at tá Beinta fær summarfrí frá universitetinum tá vit hava vetur, og kemur statt heim til jóla í summarfrí.
- Sjálvandi eru jólini ein stórur partur av tí. Hetta er eisini fyrsta ferð í trý ár, at eg, mamma og beiggi mín halda jól saman, so tað verður nakað serligt, sigur Beinta Beinisdóttir.
Jólini standa nú av álvara fyri durðum, men hóast Beinta skjeyt tríggjar harur, verður tað ikki steikt hara, sum boðreitt verður við um jólini. Tað verður meiri traditionellur jólamatur, og so verður haruveitslan seinni, einaferð í januar mánað.
Skúlin byrjar aftur í februar, so tað verður góð tíð at innheinta tað forsømda við vinum og kenningum.
- Tað er nakað, tú saknar, tá tú ert so langt burturi, sigur Beinta Beinisdóttir.
Universitetið í Brisbane, har Beinta gongur, er eitt av teimum størstu í Australia, men á deildini hjá Beintu ganga tó bert umleið 500 næmingar.