Vit eru júst komin inn í nýggja ári, og tað merkir eisini at vit fara at síggja okkurt nýtt innan heilsu- og vælveruøkið. Danski kostfrøðingurin, Christian Bitz, hevur hugt eftir, hvørji trend verða at síggja í nýggja árinum.
Nýggir klænkikurar
Tann nýggjasti klænkikururin, og sum nógv verður tosað um uttanlands, er The Dukan Diet, sum ein franskur lækni hevur sett saman. Tað sigst at stjørnur sum Jennifer Lopez, Giselle Bundchen og Kate Middleton hava brúkt henda klænkikurin, har tað ræður um at eta nógv kjøt og egg. Harafturímóti er ikki loyvt at eta nøtir, bjølgfruktir og kolhydratir.
Stevia verður góðkent
Søtevnið í plantuni stevia rebaudiana bertoni er nú góðkent og kann nýtast í mat- og drykkjuvørum. Stevia er upp til 300 ferðir søtari enn sukur, hevur lítla ávirkan á blóðsukrið og inniheldur ongar kaloriur
Nýggj kostráð
Tey átta kostráðini skulu broytast, og nýggjastu kostráðini verða væntandi alment kunngjørd í Danmark einaferð í heyst 2012
Heilsan hjá tí einstaka...
...verður í enn størri mun enn í fjørð sett í hásæti. Í ár finnur tú ikki bert eitt rætt svar, tá tað umræður sunna heilsustøðu, men ístaðin verður hædd tikin fyri tí einstaka, hvussu viðkomandi er ,og hjá hvørjum serfrøðingum, viðkomandi leitar sær hjálp hjá
Rannvá Fossaberg rannva(at)sosialurin.fo