Heilivágsídnaðurin er frítikin ábyrgd

Fyritøkur, sum framleiða vaksinu móti svínakrími, vilja vera frítiknar ábyrgd fyri møgulig hjáárin. Heilivágsídnaðurin hevur kravt, at hann verður frítikin fyri ábyrgd fyri møgulig hjáárin av H1N1-vaksinu.

Orsøkin er, at tað hevur verið eitt hart tíðartrýst at fáa nýggju vaksinuna á marknaðin.

Vanliga er tað ikki loyvt framleiðarum at fáa frítøku fyri ábyrgd, men í hesum føri hevur Danmark eins og onnur lond valt at gera eitt undantak.

Tað sigur danski heilsumálaráðharrin, Jakob Axel Nielsen.

- Fyri sjúklingarnar merkir tað einki, og høvdu vit ikki góðtikið hesar treytir, hevði vaksinan ikki verið komin á marknaðin, leggur hann aftrat.

Bæði Danmark og Noregi fáa sína vaksinu móti svínakrími frá bretska framleiðaranum, GlaxoSmithKline.