Óheft kanning og Fjarhitafelagið


 

Tórshavnar býráð feldi á býráðsfundi hóskvøldið í síðstu viku eitt uppskot frá Leivi Hansen, býráðslimi, um at mæla aðalfundinum í Fjarhitafelagnum til at áleggja felagnum at seta í verk eina óhefta kanning av umstríddu prísviðurskiftunum hjá felagnum. Uppskotið fekk fimm atkvøður fyri (minnilutin) og átta ímóti (meirilutin). Býráðið samtykti ístaðin ? eftir uppskoti frá Høgna Mikkelsen ? at heita á nevndina í Fjarhitafelagnum um at taka brúkaragjaldið upp til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.

Niðanfyri skrivið, ið undirritaði sendi Jan Christiansen borgarstjóra í sambandi við áheitanina á býráðið um at fáa eina óhefta kanning av fjarhitaprísinum.


Harra Jan Christiansen,

borgarstjóri


Undirritaði fer hervið at biðja um at fáa niðanfyri standandi uppskot til viðgerðar á fyrstkomandi almenna býráðsfundi:

»Skriv frá Leivi Hansen, býráðslimi, dgf. 26.01.01, viðvíkjandi soljóðandi uppskoti til samtykt at leggja fyri aðalfundin hjá P/f Fjarhitafelagnum í vár:

Tórshavnar býráð mælir aðalfundinum til at áleggja nevndini at seta eina óhefta kanning í verk av prísunum, ið liggja til grund fyri fjarhitaveitingunum (íbindingargjaldi, nýtslugjaldi og fasta gjaldinum), so greiða eina ferð með alla kann fáast á, um prísviðurskiftini eru í lagi ella ikki.«

Viðmerkingar:

Vísandi til úrslitaleysa samskiftið, ið verið hevur millum Fjarhitanevndina hjá Eigarafeløgunum í Hoyvíkshaganum og P/F Fjarhitafelagið um prísviðurskiftini í smb. við fjarhitaveitingarnar, mælir undirritaði til, at býráðið nú tekur stig til tess at fáa enda á hesum óvirðiliga trætumáli.

Fjarhitanevndin hjá Eigarafeløgunum hevur fleiri ferðir biðið um, at neyðug stig verða tikin til loysn av prísspurningunum, soleiðis at prísurin antin verður lækkaður ella at fullgóðar grundgevingar verða givnar fyri prísleguni.

Í øðrum lagi hevur nevndin skotið upp, at ein óheft kanning verður sett í verk av øllum prísviðurskiftunum, og at hon (nevndin) skal góðkenna kanningaruppleggið.

Undirritaði hevði sum borgarstjóri fund við umboð fyri eigarafeløgini tann 10. oktober 2000, har tey m.a. løgdu omanfyri nevndu krøv fram. Úrslitið av fundinum var, at undirritaði lovaði at leggja sjónarmið teirra fram á kunnandi fundi seinni sama dag, sum nevndin fyri Fjarhitafelagið skipaði fyri á Hotel Hafnia fyri limum og partaeigarum sínum (Tórshavnar kommunu og SEV).

Á hesum fundinum mælti undirritaði eisini fundinum til eina óhefta kanning, men fundurin kom ístaðin til ta niðurstøðu, at nevndin skuldi senda brúkarunum eitt kunningarskriv við frágreiðing um prísviðurskiftini.

Av tí at hetta skriv heldur ikki fall í góða jørð hjá brúkarunum, sum tí ætla at venda sær aftur til býráðið við nýggjari umbøn um at fáa eina loysn av málinum, heldur undirritaði, at býráðið nú sjálvt eigur at taka stig til tess.

Sostatt loyvir undirritaði sær hervið at seta omanfyri nevnda uppskot fram við vón um góða undirtøku.