Føroyameistararnar í fótbólti møttu hvønn mikumorgun kl 6 til yoga venjingar. Tað vísir seg eftir at HB megnaðu at vinna Føroyameistaraheitið, nærmast uttan nakran skæddan spælara, at yoga og fótbóltur er eitt gott samanspæl. Yoga hjálpir tær at gerðast liðiligari og fyribyrgir sostatt skaða. Eisini styrkir Yoga ymiskir musklar, sum man ikki brúkar vanligt.
- Eg haldi hetta hevur hjálpt væl at fyribyrgt skaðum hjá okkara liði, sigur Heimir Guðjónsson í 3-2 sendingini í gjárskvøldið. Vit hava ikki havt nógvar skaðar gjøgnum kappingarárið, og eg vil vera við at tað er orsaka av yoga venjingunum.
Tað var fyritøkan Yoga.fo, saman við Praveen Satthi, sum vegleiddi HB við yoga venjingum hvønn mikumorgun kl 6. Yoga-lærarin Praveen Satthi sigur at fótbóltur er ein ógvuliga harður ítróttur, og krevur nógv av kroppinum og sinninum. Tað er her yoga kann blíva ein fyrimunur, venjingarnar í yoga seta gongd í ymiskir musklar sum vit ikki brúka vanligt, eins og tað ger kroppin meira liðiligan og tískil gerst vandin av at fáa skaða minni.
- Yoga er ein av elstu vísindunum, sum arbeiður við sinninum og kroppinum, sjálvandi er tað ein fyrimunur fyri fótbóltspælarar, eins og øll onnur, sigur Praveen Satthi.
Allir lærararnar á Yoga.fo hava nógvar ymiskar royndir tá tað nemur við skaðar og tílíkt, yoga hjálpir at betra og fyribyrjga skaðum.
- Tá man venur yoga, lærir man samarbeiði millum kropp og sinn og tá tey arbeiða saman er lættari at fylgja við hvat kroppurin klárar og ikki. Av tí sama gerst tað lættari at vanda sær fyri skaða og øðrum, sigur Praveen Satthi.
Samarbeiðið við HB var sera áhugavert, bæði HB og Yoga.fo lærdu frá samarbeiðinum, sigur Praveen Satthi. Yoga.fo vil mennast soleiðis at tað kann geva fleiri fyrimunir og møguleikar fyri øll, sigur hann at enda.










