Havnarmenn eru á veg til Klaksvíkar, har gamli klassikarin millum KÍ og HB verður seinnapartin.
Tá ið hesi liðini hittust í Gundadaloli í triðja umfari fyri knappliga tveimum mánaðum síðani, 20. mars, var tað sera undirhaldandi. HB vann 4-2.
Síðani teir fóru úr Gundadali við ongum, eru klaksvíkingar ongantíð farnir av vøllinum við ongum. Teir hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini, og í landskappingini hava teir vunnið fimm ferðir og tvær ferðir spælt javnt. Tríggjar tær síðstu ferðirnar eru teir farnir av vøllinum við fullari úrtøku.
Millum teir, sum rættiliga hava fingið høvdið fyri seg, er Súni Olsen. Hann er skaddur og verður tískil ikki við í dag. Ahmed Mujdragic er framvegis leikbannaður. Eftir skaðasteðg í fleiri vikur hava Mayowa Oladele Alli og Semir Hadzibulic seinastu vikuna vant við fullari ferð. Tí kann roknast við, at teir vera ávikavíst í miðverjuni og á miðvøllinum ídag.
Hjá HB hevur pílurin peikað skeiva vegin seinastu ferðirnar. Tað man vera heilt sjáldan, at HB fer av vøllinum fýra ferðir á rað, uttan at tað hevur eydnast at vinna. Soleiðis hevur tað verið seinastu ferðirnar. Umframt at vera varpað úr steypakappingini hevur HB í landskappingini tapt ímóti B36 og ÍF og spælt javnt ímóti TB.
Dygst undan kappingarbyrjan vóru tríggir spælarar í hópinum, sum tað annars ikki varð roknað við. Felags fyri teir er, at eingin teirra er tøkur í dag: Ári Mohr Jónsson er skaddur, og bæði Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð eru burturstaddir. Haraftrat eru Pál Mohr Joensen og Poul Ingason skaddir. Sammett við undanfarnu ferðirnar verður tað neyðugt hjá Jan C. Dam at manna álopið av nýggjum. Teit Jacobsen hevur veruliga víst, hvør dugur er í honum, og í dag fáa ungu og sera evnaríku Adrian Justinussen og Ari Mohr Olsen møguleikan.