HB og ÍF spældu ikki

Fimti dysturin í 1. deild í dag - tann millum HB og ÍF - er ikki spældur.

Fuglfirðingar halda seg hava fingið boð um, at dysturin skuldi spælast klokkan 15, meðan teir í HB siga seg hava givið boð til Fuglafirðar um, at fyrsta bríkslið skuldi verða klokkan 17.

Fuglfirðingar møttu upp áðrenn klokkan 15, og tá ið teir funnu út av, at dysturin ikki fór at verða klokkan 15, fóru teir til hús aftur.

Enn er ikki greitt, hvat nú fer at verða av hesum dystinum.