HB er aftur greiður favorittur hóast tapið sunnudagin

Tað hevur ikki ávirkað altjóða veddingarfyritøkurnar nógv, at 07 Vestur vann 2-1 á HB fyri trimum døgum síðani

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18.30 spæla 07 Vestur og HB fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið á Dungasandi í Sørvági.

 

Aftaná 2-1 sigurin hjá 07 Vestur á HB á sama vølli fyri trimum døgum síðani hevði onkur væntað, at HB fór at hava eina minni favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, men so er ikki.

 

HB er eisini greiður favorittur hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum hesaferð. 

 

Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 5,00 og 6,00, ið er rættiliga høgt í mun til, at 07 Vestur hevur heimavøll og vágamenn hava staðið seg væl í landskappingini.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,36 og 1,47.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,20 og 4,75. 

 

Her eru oddsini:

##med2##

 

 

 

Savnsmynd