Kanningararbeiðið av dálkingarstøðuni á Havnarvág, sum Tórshavnar kommuna setti í verk á sumri 2002, er nú um at vera liðugt.
Frágreiðingin »Havnarvág 2002 - ein kanning av dálkingarstøðuni á Havnarvág og yviri við Strond á sumri 2002« (fyribilsútgáva) vísir, at sammett við norskar og svenskar klassificeringar er Havnarvág sum heild illa dálkað og summastaðni sera illa dálkað av skarni, tøðevnum, olju, metallum,
tungmetallum og øðrum umhvørviseiturevnum.
Kanningin vísir, at eitrandi evni finnast í nøgdum, sum hava skaðiligt árin á umhvørvið. Staðfest er, at reyðfiskur, sum er fiskaður á vágni, hevur fingið árin av dálkingini.
Reyðfiskur, sum er fiskaður á vágni, inniheldur umhvørviseiturevni (m.a. PCB) í nøgdum, sum sambært danska Veterinær og Fødevaredirektoratet eru ásettar at vera "heilsuliga ivasamar".
Í mun til umhvørviskanningina, sum býráðið lat gera av Havnarvág í 1987, er dálkingarstøðan í flestu førum nógv versnað. Serliga er dálkingin av kyksilvur sera nógv versnað, men eisini dálkingin av blýggi er sum heild økt. Talið av djórum, hoyrandi til djórasløg ið eru sermerkt við at liva í dálkaðum umhvørvi, er eisini munandi økt í mun til 1987.
Sammett við havnir í Danmark er dálkingarstøðan av ávísum evnum á hædd við mest dálkaðu donsku havnirnar, og í ávísum førum er støðan munandi verri enn í donskum havnum.
? Tórshavnar kommuna fer við støði í kanningini undir at viðgera støðuna og gera eina virkisætlan fyri tey tiltøk, sum skulu setast í verk fyri at loysa trupulleikarnar, soleiðis at dálkingin av Havnarvág kann minka og vágin aftur gerast rein, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.











