Havnarmenn døma finalurnar

Tað verða dómarapør úr Neistanum og Kyndli, sum skulu leiða báðar finaludystirnir leygardagin

Hondbóltur

Hondbóltssambandið boðaði týsdagin frá, hvørjar dómarar tey hava sett at døma tær báðar steypafinalurnar leygardagin.
Og ikki heilt óvæntað, so verða tað tey bæði føstu dómarapørini hjá Neistanum og Kyndli, sum nú hava fingið hesa uppgávuna.
Neistamenninir eru Kristian Johansen og Sámal Hansen, og teir báðir fara at taka sær av dømingini hjá kvinnunum. Hjá monnunum verða tað so Hannis og Uni Wardum, sum fara at blása í floyturnar.
Sum nevnt, so var talan ikki um nakað óvæntað val. Fyrst og fremst tí júst hesi bæði dómarapørini seinnu árini hava verið tey avgjørt stinnastu, og hartil kemur so tað, at hvørki Neistin ella Kyndil eiga umboð í steypafinalunum í ár, og at sambandið við feløgini tí ikki er nakar trupulleiki hjá nøkrum av dómarunum.

Ætlanin var annars í sambandi við steypafinaluni, at Frank Smith, sum frammanundan hevur samstarv við felagið hjá hondbóltsdómarum, skuldi koma upp sum eygleiðari til finaludystirnar.
Hetta verður tó av ongum í hesum umfari, tí Frank í løtuni hevur eina sera tætt-pakkaða skrá, og tí illa hevði stundir at koma upp hetta vikuskiftið. Ístaðin er ætlanin, at fyrrverandi topp-dómarin skal koma upp til Føroya seinni í vár, har hann fer at nýta eitt vikuskifti til skeið og próvtøku fyri hondbóltsdómarar.
Heilt sleptir upp á fjall verða finaludómararnir tó ikki. Eyðun Samuelsen hevur seinastu mánaðirnar virka sum eygleiðari, og tann leiklutin fer hann eisini at hava leygardagin, og saman við honum fer Hjalmar Petersen at meta um avrikini hjá svørtklæddu monnunum.