82 ára gamli Palli Gregoriussen, arkitektur í Havn, heldur tað ikki vera eina skilagóða ætlan at økja so nógv um havnarlagið hjá Tórshavnar havn og fylla upp økið uttan fyri Skansan, soleiðis sum Tórshavnar kommuna hevur í umbúna.
Hann heldur, at alt farmavirksemið, sum er á bryggjuni í Havn, eigur at verða flutt út um býin, og at havnarøkið í Havn í staðin skal takast upp í býarmyndina og gerast miðdepil í høvuðsstaðnum.
Tað eru somu tankar, sum Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur í Havn frá 1972-1997 greiddi frá á Rás2 í gjár.
Palle Gregoriussen hevur av sínum eintingum arbeitt við eini heildarætlan um at flyta alt farmavirksemið inn á Sund, sum hann heldur skal gerast til góðshavn.
Les eisini: Jalig mótvegis útbyggingini
Tórshavnar kommuna brúkti út við 100 milliónir krónur upp á havnina á Sundi í áttatiárunum, tá Hans Mortensen í Havn hevði stórar ætlanir við Sundsdeplinum, har nógv framleiðsla av fiskaráðvørum skuldi vera. Men ætlanin varð steðgað av landsmyndugleikunum, og síðani hevur økið ligið at kalla til onga nyttu síðani.
Gunnar Hoydal heldur, at býráðið eigur at kanna møguleikarnar fyri at gera eina góðshavn á Sundi ella á Oyrareingum í Kollafirði.
Les eisini:Eiga at finna annað stað til bingjuhavn
Palli Gregoriussen vísir á, at við ætlanin hjá Tórshavnar kommunu, sum nú fyriliggur, verður Skansin gyrdur inni av farmavirksemi. Hetta heldur royndi arkitekturin vera spell. Hann heldur, at havnarøkið átti at verið fríðkað og brúkt av býarbørnum og ferðafólki, tá farmavirksemið varð flutt niðan á Sund.
– Á henda hátt kunnu vit gera havnarøkið um til ein mentanardepil og byggja havnina um til ein rættiligan høvuðsstað, sigur Palli Gregoriussen.
Haraftrat hevði Skansin komið til sín rætt sum fornminni. Sum ætlanin er nú, verður eitt stórt ídnaðarøki bygt framman fyri eitt av okkara vakrastu fornminnum, sigur Palli Gregoriussen.
Les eisini: Mugu hava størri havn
Hann hevur gjørt eina ætlan fyri, hvussu havnarøkið kann gerast miðdepil í høvuðs-staðnum.
Her verður møguleiki at hava handlar, Tjóðarpall, Fróðskaparsetur, løgting og bátahavn og á tann hátt skapa eitt havnarøki, sum verður grundarlag undir høvuðstaðnum, heldur Palli Gregoriussen.
Hann hevur givið Tórshavnar Kommunu tekningarnar til kunningar.










