- Havnar Róðrarfelag er mítt hjartabarn og eg vil tí bara alt gott.
Heilt til tað síðsta noktaði ein fyrrverandi nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag fyri, at hann nakrantíð hevur tikið eitt einasta oyra frá felagnum.
Hann var nevndarlimur í felagnum í fleiri ár og eitt, hann fekk ábyrgdina, var at leiga felagshølini út til veitslur og tiltøk og hann arbeiddi eisini nógv fyri at útvega felagnum fíggjarligar stuðlar.
Í hesum sambandi stovnaði hann kontu í Eik, har leiga fyri hølini og stuðul til felagið frá ymsum fyritøkum varð goldin inn á.
Sambært ákæranum segði hann ikki hinum nevndarlimunum frá, at hann hevði stovnað hesa kontuna. Og síðani bleiv hann harafturat ákærdur fyri at hava drenað kontuna niður í sín egna lumma
Ov lítið skil á
Maðurin segði, at hann var noyddur at stovna kontuna, tí Róðrarfelagið hevði so nógvar kontur og eftir hansara tykki var ov lítið skil á, hvussu tær vóru brúktar.
Sambært honum var arbeiðslagið í nevndini eisini blivið sera vánaligt.
- Tað var kríggj ímillum nevndarlimirnar, segði hann.
Tí vildi hann hava sína egnu kontu, sum hann kundi hava skil á sjálvur.
Kontan hevði bústað í eini postsmogu, hann átti privat og hann mintist ikki, at hann hevði fortalt hinum nevndarlimunum, at kontan varð stovnað.
Men tað var ongin ivi um, at tey høvdu tosað um tað í nevndini frammanundan.
Tann stóri trupulleikin hjá tí ákærda er, at allur peningurin, sum er farin av kontuni, er tikin úr kontant og hann kann ikki prógva við skjølum, hvat hann er brúktur til.
Sjálvur tvíheldur maðurin um, at hvørt oyra at farið til ymsar ábøtur og til onnur endamál í felagnum.
Eitt nú hevur hann goldið handverkarum av ymsum slagi fyri ymisk arbeiði, teir hava gjørt í felagnum. Hann hevði somuleiðis goldið fyri herverk, sum varð framt í onkrum veitslu.
Nokk so fitt av øllum hesum peninginum var goldið svart.
Men hann segði, at peningur varð eisini goldin inn á aðrar kontur hjá felagnum.
Øll skjøl horvin
Men tað ber ikki til at fara í gerðabókina at fáa prógv fyri hesi samtyktini, tí hon er horvin.
Annars hevði hann upprunaliga havt skjøl og kvittanir fyri alt, hann hevði goldið út, eisini fyri tað, sum varð goldið svart, men eisini tey pappírini vóru stolin úr eini skuffu á skrivstovuni í Róðrarneystinum.
Hann segði, at tað var enntá so groft, at eisini privat skjøl hjá honum vórðu horvin.
Í frágreiðing síni í rættinum var tann ákærdi maðurin púra vísur í, at talan var um persónsforfylging við tí endamáli at skúgva hann heilt úr Havnar Róðrarfelag.
- Øll sakin, sum hon er, er ein avleiðing av hesum persónskríggi, sum var ímillum nevndarlimirnar, legði hann afturat.
Hann heldur, at hetta er orsøkin til, at hann varð meldaður og hetta var eisini orsøkin til, at bæði gerðabókin og skjølini burturbeind fyri ordiliga at fáa skovlina undir hann.
Les eisini greinina: Snýtti Havnar Róðrarfelag fyri
232.000 krónur