Hósdagin í næstu viku verður Havnar Fimleikafelag níti ár.
Í tí sambandi skipar felagið fyri tveimum gallaframsýningum, sum vera Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Tann fyrra verður klokkan 16.30, meðan tann seinna verður klokkan 19.30.
Siður er, at nógv fólk vitjar fimleikaframsýningarnar her á landi, og tí verður framsýningin sunnudagin neyvan nakað undantak í so máta.