Hava vit ikki eisini tørv á eini breiðari móðirmáls siðsemisnevnd?

- so vit kunnu rætta uppá tær talibanlíknandi útreinsingar, sum føroyska móðirmálinum hevur verið fyri

Nývaldi "fólkaligi" meirilutin í vísindaligu siðsemisnevndini hevur fingið av at vita bæði av tingsins røðarapalli og í fjølmiðlunum, tí sagt verður, at tey átrúnarliga á fundamentalistiskum ástøði bert umboða ein lítlan minniluta í Føroyum. Um hald er í tí sum sagt verður, so er hetta kortini ikki fyri føroyingin nøkur óvon støða, tí tað fundamentalistiska hugrákið hevur í mong ártíggir stórtrivist eitt nú í okkara almennu puristisku móðirmálsrøkt, men tað bøtir sjálvsagt ikki um støðuna.
Við fundamentalistiskum undirtónum og málsliga misskiltum nationalro-mantiskum aroma hevur ein lítil minniluti í mong ártíggir einvegis framt íslandifila purismu í føroyska málinum. Vit hava eisini í sama tíðarskeiði fingið ein hóp av meir ella minni hepnum nýføroyskum orðum, men úrslitið er, so løgið tað ljóðar, eitt minni nuancerað og fremmandagjørt móðirmál uttan egið alfabet.
Fleiri hundrað ára intensiv samvinna við Danmark hevur givið eina málsliga endurspegling haðani av bæði praktiskum og in-tellektuellum fyribrigdum, sum í dag eru ein natúrligur partur av okkara máli, hóast puristarnir ikki vilja viðurkenna tað.

Danskur etikkur og føroyskt spjaldur
Nýggja føroyska orðabókin hýsir til dømis ikki orðum sum etikkur og æstetikkur, hóast sagt verður í formælinum, at savnað er úr mæltum máli. Ein føroysk debat uttan hesi orð er óhugsandi í dag og var tað eisini fyri 100 árum síðani. Hinvegin so finna vit bæði nummarplátu og spjaldur í bókini. Hesi hava hvør sín uppruna og týdning, men Bileftirlitið velur at brúka heitið nummarspjaldur heldur enn nummarplátu. Eg havi so enn ongan bil sæð við spjaldri, men síggi javnan seyð við spjaldri. Fellur eitt føroyskt orð (nummarpláta) saman við tí danska (nummerplade), so sigur ráðandi danifoba hugrákið, at her ruggar ikki rætt. Boð er strax eftir nýføroyskt, og hetta ger føroyskt til eitt vandamál, har sjálv sálin við sínum abstrakta sensualiteti er við at bløða burtur. Móðirmálsbúnin hjá einum fólki er ikki nakað sum í sínum uppruna broytist frá degi til dags.
Eitt móðirmál má antin vaksa ella hvørva. Tá vit í Føroyum ikki eiga ein einasta heimskendan filosof, rithøvunda ella vísindamann, sum hevur dimensión ella førleika sum slóðari fyri expansiónini av tí meiri altjóða verbaliseraða hugaheiminum, so mugu vit smyrja okkum við, at ikki øll altjóða fyribrigdi kunnu umsetast niður í okkara verbalu húða-skógvar.

Føroyska alfabetið
Í 50?árunum lærdu vit eitt føroyskt alfabet, sum hevði nógmikið av bókstavum til øll vanlig orð, nøvn, brúkslutir og hugtøk. Vit vóru stolt av at hava eitt frælst sjálvberandi alfabet, sum gjørdi tað óneyðugt hjá okkum at fara uttanlands at lána bókstavir - eitt nú til nøvnini í nýggju telefonbókini ella álmanakkanum. Men síðani tá er máað burturav okkara alfabeti í ólukkumáta, soleiðis at vit í dag ikki hava nakað veruligt føroyskt alfabet, men eina rudimentera bók-stavarøð, sum als ikki er nøktandi í dagliga sam-skiftinum, og ger okkum ófræls og heft at útlendsk-um alfabetum. Henda óvirðilig um enn sjálvgjørda støða er ein stór skomm fyri okkara móðirmál.

Amputerað alfabet
Við hvørjari heimild kunnu okkara puristisku málfrøðingar amputera virknar bókstavir av føroyska alfabetinum og deyðadøma ein hóp í móðirmálinum virkin og neyðug orð? Fylgirnar kenna vit. Tá ein vanligur føroyingur gremur seg um, at hann ikki dugir nóg væl at tosa føroyskt, so meinar hann við, at hann dugir ikki nóg væl nýføroyskt, tí móðirmálið duga vit øll til egnan tørv.
Bókstavaamputatiónirnar hava eisini ítøkiligar avleiðingar: C-vitaminin finst ikki longur á føroyskum, og helst verður føroyingurin enn meira krímfokin nú enn áður. Føroya Musikskúli kann rokna við at fáa átalu fyri framhaldandi at brúka útlendska C-tónan, sum saman við imperialistisku avleykarunum:" C-Dur, C-moll ella Cis-moll" kann skaða óspiltu føroysku musiksálina. Føroyingar hava fyrr klára seg við kvøðing og Kingo í Torv-moll, so hví ikki nú?
Nú kirkjan ætlandi kemur á føroyskar hendur, hava orglini eisini eina óvissa framtíð, tí neyvan verður danski C-tónin við í yvirtøkuni. Men hinvegin, hví skal eitt føroyskt klaviatur eisini partú miðsavnast um ein tilvildarligan útlendskan C-tóna við 261,1 svingningum pr. sekund, tá vit hava okkara egnu tónasmiðir?

Puristiski móðirmálsførleikin
Havandi í huga at okkara gráa máleminenca hevur lagt munin meiri í tað puristiska enn í tað musikalska í sjálvum móðirmálinum, so áttu vit deyðiligu móðirmálslingar helst eisini at havt lært at liva við sakninum eftir C-tónanum, og sum rættir føroyingar tikið ábyrgd og liva við tí tilfangi sum okkara gelda bókstavarøð gevur okkum.
Men um vit hinvegin kaga í telefonbókina, so síggja vit, at hundraðtals føroyingar nærmast eru gjørdir navnleysir, tí verandi føroyska bókstavarøðin rúmar ikki teirra nøvnum. Sjálvt okkara kendi málvinur og orðabókaútgevar, Zakarias Wang, noyðist uttanlands, tá hann skal skriva sítt navn, tí hvørki Z ella W eru longur at finna í føroysku bókstavarøðini, heldur enn tað í matematikkini nógv brúkta X?ið. Á henda hátt verða nøkur okkara bókstaviliga sett uttanfyri, og tað er óføroyskt.
Samanumtikið má sigast, at føroyska málið hevur mist ein hóp av nuancum og verður annars í ov stóran mun drenað fyri aktuel og viðkomandi altjóða orð, har tey nýggju heimagjørdu landafrøðis heitini eru eitt gevandi dømi. Ongin kennir nakað aftur og tað er sera óheppið, serliga tá hugsað verður um at føroyingar eru eitt siglandi fólk, sum dagliga hava brúk fyri altjóða heitum á økinum.

Nýggja navnalóggávan vísir vegin
Nýggja navnalóggávan boðar annars frá góðum, tí nú verður aftur møguligt at uppkalla ein av sínum kæru. Har vístu politikarar dirvi og gingu móti tí fyrru taliban líknandi navnalóggávuni -mest umboðandi Úlv og Úlvhildu. Saman við nýggju navnalóggávuni eigur sjálvandi nøktandi føroyskur bókstavaførleiki at fylgja við. Eitt barn navngivið við føroyskum navni skal kunna stava sítt navn á føroyskum. Hett má vera eitt minstakrav, og tað átti Føroya løgting at tikið sær av saman við stovnanini av eini breiðari móðirmáls siðsemisnevnd.
Ein breið móðirmáls siðsemisnevnd umboðandi brúkarar við tilknýti til føroyska samfelagið og við atliti til móðirmálið sum smidligur samskiftismiðil, hevði givið okkum eitt meiri nuancerað móðirmál við fleiri niveaum. Alt frá túnatosi til universitetsstøði innan flest øll fakøkir. Hetta hevði natúrliga ført við sær eina fjølltáttaða altjóðagering av málinum, tí skapandi kreftir - áður múlabundnar - høvdu sloppið framat.
Vist hava vit tekniskt dugnaligar málfrøðingar, men eitt er sjókort at skilja, annað skip at føra. Eitt tosa mál er ein livandi vera og hevur sál og følilsir, sum ein áhaldandi teknisk purisma kann drepa. Men saman við eini breiðari móðirmáls siðsemisnevnd høvdu vit kunna altjóðagjørt málið og rætta uppá tær talibanlíknandi útreinsingar, sum føroyska móðirmálinum hevur verið fyri - øllum at gagni!