Hava vónandi dugað at sett fólk við

Tema: Eidesgaard og Kallsberg gevast:
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Tað at verða leiðari í einum flokki snýr seg eisini um at duga at seta fólk við, at byggja nakað upp, sum kann førast víðari, hóast onkur gevst. Tí haldi eg, at stóri spurningurin nú er, hvussu Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg hava dugað at sett fólk, og tað fer tíðina at vísa.

Sjálvandi verður tað eitt tómrúm eftir, at tveir leiðarar sum teir gevast, men um tað er eitt stutt og natúrligt tómrúm, sum er tað eingin trupulleiki, men eru onnur fólk ikki til reiðar at taka við leiðsluni eftir eina tíð, so hava teir ikki megnað sína uppgávu til fulnar.

Eg skal ikki meta um, hvussu støðan er við hesum í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, tað kunnu onnur ger, men tíðin fer at svara spurninginum.