Hava saknað landsliðsferðirnar

Føroysku áskoðararnir tóku fegnir av, nú tað aftur stóð teimum í boði at ferðast saman við landsliðnum

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru føroyskir áskoðarar eisini partur av landsliðsferðalagnum

Tað var annars mest sum fastur í táttur í fleiri ár, at føroyski 12. maðurin var við til at fylla flogfarið, tá landsliðið var á uttanlandsferð. Laku úrslitini í nøkur ár høvdu tó við sær, at áhugin fyri hesum ferðunum kølnaði, og heldur enn at taka kjansin við møguliga at kunna fylla eitt leiguflogfar, valdi Fótbóltssambandið tí vanliga rutuflúgving, tá ferðirnar vórðu lagdar til rættis.

Tann parturin tykist tó vera broyttur, og nú flogið varð beinleiðis til Graz, rúgvaðu áskoðararnir sín part av ferðalagnum.

 

Annað hvørt ár

Ein av teimum, sum hevur verið fleiri ferðir áður, og sum eisini er við hesaferð, er Fríðin Ziskason úr Klaksvík. Og hann sigur, at tað hevur verið saknur í ferðum av hesum slag.

- Tað er tað heilt sikkurt. Onkur heldur kanska, at tað er keðiligt at ferðast slíkar ferðir, tá vit mest sum ongan tíð vinna, men sjálvur haldi eg, at tað kemur mest sum ikki fyri, at vit gera okkum fyri skommum.

Og verður tað lagt til merkis, tá tit koma so langan veg at stuðla eini so lítlari fótbóltstjóð sum okkara?

- Ja, og vit hava altíð verið sera væl móttiknir.

Tey árini, tá hesar ferðirnar vóru vanligar, var talan mest sum altíð um eina rættiliga fasta kliku av áskoðarum, sum fór við landsliðnum. Er tað so, at tað nú eru nógv av teimum somu, sum hava tosað um at taka táttin uppaftur?

- Ja, tað haldi eg. Sjálvur var eg við longu, tá vit vunnu 1-0 í Landskrona, og eg havi roynt at lagt mær tað til rættis, soleiðis at eg havi verið við á landsliðsferð annað hvørt ár. Og vit eru heilt víst fleiri, sum fegin vilja halda fast um møguleikan at ferðast upp á hendan mátan.

Nú sigur tú, at tú vart við í Landskrona. Er tað tann túrurin, sum stendur best í minninum av teimum ferðunum, sum tú hevur verið við?

- Tað er kanska tann, sum mann best kann reypa um. Ikki minst beint nú. Men tað er trupult at siga, hvør túrur hevur verið tann besti. Ferðin til Slovenia var ótrúliga góð, men tað hava allar hinar eisini verið á hvør sín hátt, so tað er mest sum ógjørligt at taka nakra framum.

Og tá dysturin verður blástur ígongd leygardagin, eru tit væl til reiðar at gera tykkara fyri at stuðla liðnum?

- Sjálvandi. Tað er líka mikið, um vit tapa ella vinna. Vit royna at gera okkara fyri stuðla liðnum, og vit trúgva eisini uppá, at tað ger mun, sigur Fríðin Ziskason.