Ein av teimum kendu handilsfyritøkunum á Skálafjørðinum hevur fingið nýggjar eigarar.
Símun Mittún og hini, sum hava átt partafelagið Klement Petersen, hava nú selt fyritøkuna. Keypari er Højgaards Handilsvirki.
Símun Mittún sigur við Norðlýsið, at tey valdu at selja, nú ein møguleiki var.
Højgaards Handilsvirki, sum Rodmundur Nielsen, Jónsvein Knudsen og Johannes Danielsen, eiga, keypti herfyri Klaksvíkar Timburhandil. Felagið hevur eisini timburhandlar í Runavík og Fuglafirði.