Útgjaldið úr barsilsskipanini verður ikki hækkað – í hvussu so er á hesum sinni. Framsókn hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hámarksgjaldið úr barsilsskipanini, sum er 25.000 krónur um mánaðin, skal prístalsviðgerast á sama hátt sum almannaveitingar verða tað. Tey halda, at tað er harðliga tiltrongt at hækka tað hægsta útgjaldið, tí tað hevur staðið í stað síðani 2004.
Men nú vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið er greitt, at tað verður av ongum. Hvørki umboðini fyri samgonguna í vinnunevndini, ella umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, taka undir við tí og sostatt stendur Framsókn púra einasamallur.
Tey halda øll, at barsilsskipanin hevur ikki ráð til at hækka inngjaldið. Umboðini fyri samgonguna vísa á, at tann fyrsta januar átti barsilsgrunnurin 4,6 milliónir á bók og tað er minni enn væntað.
Nú skal barsilsskipanin eisini rinda eftirløn og bara tað kostar 1,7 milliónir um árið og tí hava tey ikki ráð til at hækka útgjaldið eisini. Hinvegin halda tey eisini, at nú hevur hámarksgjaldið staðið í stað so leingi og at tað tískil eigur at verða hækka, tí prísirnir hækka alsamt. Men skal gjaldið úr barsilsskipanini hækka, má tað eisini fíggjast, og tað ber ikki til, sum støðan er nú.
Og tey halda eisini, at skal inngjaldið hækkast, skulu onnur gjøld, og aðrir skattir, lækka tilsvarandi, so at tað ikki verður dýrari hjá fólki.
Umboðini fyri Javnaðarflokkin. Hinvegin vísa tey á, at Landsstýrismaðurin hevur longu heimild at hækka hámarksgjaldið eftir lønargongdini í samfelagnum, men enn hevur eingin landsstýrismaður brúkt tað heimildini. Tjóðveldi heldur, at beint nú er tað ikki ráðiligt at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við at hækka gjaldið enn einaferð, nú prísurin á mati og øðrum vørum hækkar við rúkandi ferð.
Vinnuhúsið hevur skotið upp, at barnsburðarfarloyvið kundi verið stytt fyri at fáa ráð til at hækka hámarksgjaldið, men tað tekur Tjóðveldi ikki undir við.











