Hava ikki lisið roknskapin hjá Atalantsflog

Hóast Høgni Hoydal og Henrik Old vóru partur av samgonguni, sum gav Atlantsflog loyvi til at byggja hotel, so vistu teir ikki av, at tjóðarflogfelagið hongur upp á raksturin av hotellinum, sum Atlantsflog byggir í Havn, næstu fimm árini.

Tað avdúkaðu teir báðir í Degi og Viku í kvøld, har kjakast varð um Atlantsflog í koronukreppuni. Í sjónvarpsstovuni vóru Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldinum og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.

Høgni Hoydal gjørdi púra greitt, at hann heldur at landsstýrið hevur arbeitt alt ov seint við at veita Atlantsflog eina fíggjarliga hjálpandi hond. Hann segði, at tað var skeivt, at felagið hevur sagt yvir 100 fólkum úr starvi og segði, at landsstýrið átti at havt veitt Atlantsflog fíggjarliga hjálp soleiðis, at starvsfólkini ikki vórðu søgd úr starvi.

Henrik Old segði, at tað var púra nýtt fyri sær, at Atlantsflog skal tryggja raksturin hjá hotellinum, so sum tað framgekk í sendingini.

– Hetta er púra nýtt fyri mær. Eg hava nú vitað í fimm minuttir, at Atlantsflog hongur upp á raksturin av hotellinum. Hesum visti eg als ikki av, segði Henrik Old, sum samstundis avdúkaði, at hann ikki hevur hugt í roknskaðin hja almenna partafelagnum, sum hevur ligið alment frammi í ein mánað.

Tað sama segði Høgni Hoydal. Hann hevði als ikki hoyrt hetta – og avdúkaði, at heldur ikki hann hevur hugt í almenna roknskapin.

##med3##

Christian Andreasen helt tað vera løgið, at Høgni Hoydal og Henrik Old ikki vistu av hesum, tí tað var teirra landsstýri, sum gav flogfelagnum loyvi at byggja hotellið.

Roknsskaðurin hjá Atlantsflog varð kunngjørdur 5. mai, og har hevur grannskoðarin skrivað sum notu, at »felagið hevur tryggjað lángevarum hjá assoseraðum felag, at rakstur og gjaldføri hjá dótturfelag eru nøktandi til at halda virksemið hjá dótturfelagi gangandi í 5 ár frá tí degi, at leigusáttmáli hjá dótturfelag við assoseraðum felag er galdandi«.

##med2##

Harafturat er onnur nota, har grannskoðarin skrivar, at »P/F Hotel Atlantic hevur gjørt sáttmála um at leiga bygning í Havn frá P/F Ognarfelagið matr.nr. 1332e. Leigusáttmálin kann uppsigast við skrivligari fráboðan á 24 mánaðir, tó í fyrsta lagið 20 ár eftir, at sáttmálin kemur í gildið, sum er í 2020«.

Men hetta vistu hvørki Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá landsstýrið játtaði Atlantsflog at taka kappininga upp við hini føroysku hotellini, ella Henrik Old, sum var samgongutingmaður hjá sama landsstýri.

Hóast spurdir, um Atlandsflog eigur at fara aftur til tað, sum felagið varð sett í verðina til – at flúgva – so høvdu hvørki Christian Andreasen, løgtingsmaður Fólkafloksins, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ella Henrik Old, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, nakað greitt svar upp á tann spurningin frá sjónvarpvertinum, Sólvit Nolsø.