Á hugnaløtu í kvøld varð avdúkað, at tað er Leguhúsið í Nesvík, sum fær heiðurin at vera ársins mentanaravrik í Sunda kommunu.
Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini og grundgevingin fyri at geva Leguhúsinum í Nesvík heiðurin er hendan: Síðani 1993 hevur Legurhúsið hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum. Leguhúsið er ein varði í kommununi, sum umframt øll tey uppbyggjandi tiltøkini hjá Heimamissiónini, hevur verið øllum økinum her at gagni.
Á Myndini er Heðin Zachariasen, borgarstjóri, vinstrumegin, Øssur Kjølbro í miðjuni, aðalskrivari í Heimamissjónina og dagligur leiðari í Leguhúsinum, og Símun P. Jacobsen, formaður í høvuðstýrinum fyri heimamissjónina
Við heiðrinum fylgir ein glasgáva sum myndar ein varða.
Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:
2011 Esmar Dahl
2012 Asfinn Sigvardsen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2014 Johannes Johannesen
2015 Nicolina av Kamarinum
2016 Hósvíkar róðrarfelag