Hava funnið líkið av Klæmint Eli Poulsen

Løgreglan hevur nú funnið líkið av 48 ára gamla havnarmanninum

Á miðdegi í dag varð ein bilur funnin á sjónum í Oyndafirði við ta gomlu keiina.

 

Bæði løgreglan, bjargingarlið og kavarar fóru á staðið at kanna málið.

Løgreglan sigur nú, at tað er staðfest, at talan er um bilin hjá tí 48 ára gamla havnarmanninum, Klæmint Eli Poulsen, sum leitað hevur verið eftir í nakrar dagar.

 

Les eisini: Hava funnið bil á sjónum í Oyndarfirði

 

Løgreglan sigur eisini, at eitt lík varð funnið í bilinum og at tað somuleiðis er staðfest, at talan er um tann saknaða havnarmannin.