Seyðahald
Í Stóru Dímun eru tey longu farin undir slaktið av álvara.
Óla Jákup í Dímun, bóndi, sigur, at teir hava longu flett helmingin av teimum 350 seyðunum, teir plaga at fletta um árið.
? Talið, sum skal flettast er stórt, men vit eru ikki so væl mannað, so vit byrja altíð tíðliga, sigur hann.
Men hann letur ikki so væl at vektini í ár.
?Slaktið er ikki so gott í ár, sum tað var í fjør, sigur bóndin í Stóru Dímun.
Hann plaga ikki at gera so nógv burturúr at roknað miðalvektina út, men hann metir, at vektin í fjør var um 27-28 pund í miðal.
Tað er tað mesta, hann veit um í Dímum, so í fjør var hann seravæl foreintur við slaktið. Seyðurin suðuri á landi verður ikki so stórur sum norðanfjørð, so lombini koma ikki upp á 30 pund í miðal, men kjøtið er ikki verri fyri tað.
Hjá tí eina fylginum, sum teir hava dripið higartil í ár var vektin á einari leið, um 27-28 pund í miðal. Men hjá einum øðrum fylgi gekk verri, tí tey lombini vigaðu ikki meiri enn 25-26 pund í miðal. Og tað heldur bóndin í Stóru Dìmun vera ov lítið.
Hann heldur, at tað hevur verið ov vátt í ár.
?Í fjør var avbera turt og lítið gras, so tá stúyrdu nógv fyri slaktinum. Men tað man hava verið gott fóður í tí grasinum sum var, tí seyðurin hevur ikki verið betri enn tað sama.
í ár hevur hinvegin regnað illa og tað hevur verið avbera nógv gras, men seyðurin er ikki so góður. Tað samsvarar eisini væl við tær royndir vit hava, at ov nógv væta er ikki góð fyri seyðin.
Stendur ikki á
Bóndin í Stóru Dímun sigur, at tað stendur ikki á at sleppa av við kjøti.
Í ár er tann broyting hend, at nú er ongin minstiprísur longur á kjøti. Annars hevði Bóndafelagið lýst við einum minstaprísi uppá 60 krónur fyri kilo, men tað kolldømdi Kappingarráðið, so nú stendur øllum frítt at kappast sum teir vilja um at selja kjøt.
Óla Jàkup úr Dìmun veit ikki, hvørja árvirkan hetta hevur havt, enn er kanska nakað tíðiliga at siga nakað um tað, ti enn er ikki so nógv flett.
Men hjá honum hevur tað onga ávirkan havt.
? Eg hevði undir øllum umstøðum ætlað at hildið fast um ein prís upp á 60 krónur fyri kilo og tað verður kjøtið úr Dìmun selt fyri. Og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, tí tey hava fastar keyparar. Tað verður so at siga alt selt til fastar keyparar og eitt nú keypir heilsølan hjá Poul Hansen umleið helvtina av tí, sum verður flett í Stóru Dìmun.
? Støðan hjá okkum er tann, at nógv ringja og vilja keypa kjøt, men tað verður til fánýtis, tí tað er alt longu selt, sigur Bóndin í Stóru Dímun.










