Fiskiskapur
Tað gongur framvegis framá hjáføroysku fiskivinnuni.
Ein fyribils uppgerð, sum er gjørd fyri fiskiskapin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar, vísir, at í ár hava føroysk fiskifør, sum fiska botnfisk, fiskað 14% meiri, enn tey fiskaðu um somu tíð í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu føroyskir bátar og føroysk skip, sum fiska botnfisk, næstan 26.500 tons tilsamans. Í sama tíðarskeiði í fjør fiskaðu tey 23.223 tons.
Samstundis, sum fiskiskapurin er vaksin, er prísurin eisini hækkaður í ár, afturímóti í fjør. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, var avreiðingarvirðið av tí, sum skipini hava fiskað, útvið 348 milliónir. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør var avreiðingarvirðið beint undir 300 milliónum. Sostatt er avreiðingarvirðið í ár 16% hægri, enn tað var í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í ár var miðalprísurin á øllum fiskasløgum 13,14 krónur fyri kilo. Tað er 2% hægri enn í fjør, tá ið hann var 12,92 krónur fyri kilo.
Annars var miðalprísurin á toski 18,58 krónur fyri kilo tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør, men í sama tíðarskeiði í ár er hann fallin eini 25 oyru fyri kilo. Hýsuprísurin er eisini lækkaður nøkur oyru, í fjør var hann 14,84 krónur fyri kilo í miðal, men í ár er hann fallin 75-80 oyru fyri kilo. Somuleiðis er upsaprísurin fallin 80-85 oyru fyri kilo, úr 5,50 krónur fyri kilo í fjør. Mest er prísurin á kongafiski fallin, hann var 10,88 krónur fyri kilo í miðal í fyrsta ársfjórðing í fjør, men í ár er hann 1,65-1,70 krónur lægri í miðal.
Hinvegin er miðalprísurin á øðrum fiskasløgum hækkaður yvir 2, 10 krónur í miðal fyri kilo, úr 16,12 krónur fyri kilo í fjør.
Gongdin ógvuliga ymisk
Annars vísa tølini, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu gongdin er hjá teimum ymsu bólkunum av skipum og bátum. Í greinini omanfyri vísa vit á, hvussu illa, tað hevur vignast hjá teimum stóru lemmatrolarunum.
Hinvegin vístu vit á í einum blaði herfyri, at útróðrarbátarnir hava havt rættiligan rokfiskiskiskap í ár, tí tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, hava teir avreitt fyri næstan 60 milliónir meiri, enn teir avreiddu fyri í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Serliga hjá teimum minnu útróðrarbátunum undir 15 tons, gekk væl, tí avreiðingarvirðið hjá teimum var heili 155% hægri tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tað var um somu tíð í fjør.
Hjá partrolarunum og línuskipum hevur munurin ikki verið tann stóri.
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør fiskaðu partrolararnir 9.832 tons, men í sama tíðarskeiði í ár, hava teir fiskað sløk. 10.200 tons. Tað er ein framgongd upp á 4%.
Hjá teimum hevur at kalla ongin munur verið á prísinum í ár, afturímóti í fjør. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør, var avreiðingarvirðið hjá partrolarunum sostatt 87,5 milliónir, men í sama tíðarskeiði var tað góðar 91,2 milliónir. Miðalprísurin hjá partrolarunum var 8,90 krónur fyri kilo í fjør, í ár hevur hann verið 8,95 krónur fyri kilo.
Hinvegin var afturgongd hjá línubátunum. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu línubátarnar 3.863 tons og í ár hava teir fiskað 3.600 tons. Fiskiskapurin er sostatt versnaður 6%.
Hinvegin er miðalprísurin kvinkaður eitt vet uppeftir, tí í fjør avreiddu línubátarnar fyri 61,3 milliónir og í ár havua teir avreitt fyri góðar 58 milliónir. Tað er ein afturgongd upp á 5%. Hjá línubátunum var miðalprísurin 15,86 krónur fyri kilo í fyrsta ársfjórðingi í fjør, í sama tíðarskeiði í ár hevur hann verið beint omanfyri 16 krónur fyri kilo.
Hjá garnabátunum hevur eisini gingið eitt sindur framá. Fyrsta ársfjórðing í fjør fiskaðu garnabátarnir 971 tons, sum teir seldu fyri 22, 3 milliónir. Tað gevur ein miðalprís upp á 23,01 krónur fyri kilo.
Í sama tíðarskeiði í ár hava teir fiskað beint omanfyri 1.000 tons, sum teir hava avreitt fyri knappar 27 milliónir. Tað er ein miðalprísur upp á knappar 26 krónur fyri kilo.