Harry Kane tapti dystin móti Tottenham

Premier League: Stjørnu áleyparin hjá Tottenham sleppur ikki úr felagnum

Harry Kane boðaði í gjár frá, at hann heldur fram í Tottenham. Enski landsliðsáleyparin, og liðskiparin hjá Onglandi, boðaði annars frá fyrr í summar, at hann vildi vekk úr Tottenham.

 

Í alt summar hevur ljóðað, at hann er á veg til Manchester City, men formaðurin í Tottenham, Daniel Levy, hevur einki lagt í. Harry Kane hevur sáttmála til 2024 og Daniel Levy hevur staðið fast við, at prísurin er omanfyri milliardina.

 

Tað sigst, at Manchester City hevur lagt eitt boð inn, sum svarar til 870 milliónir krónur samanlagt, men at Tottenham ikki var nær við at taka av. Fyri kortum keypti Manchester City eisini Jack Grealish fyri 870 milliónir, sum svara til 100 milliónir pound.

 

Í bretskum miðlum verður Daniel Levy mettur sum ein avbera góður taktikkari uttanfyri vøllin. Her verður víst á, at hann aftur hevur telvað Tottenham í eina góða støðu. Tað var eisini hann, sum tryggjaði Tottenham eina metupphædd fyri Gareth Bale, tá hann á sinni skifti til Real Madrid.

 

Harry Kane sigur í boðum á sosialu miðlunum, at hann verður verandi í Tottenham, og at hann er ovfarin av stuðlinum frá viðhaldsfólkunum, tá hann kom á vøllin sunnudagin. Ein greining sigur, at Harry Kane ætlaði sær ikki úr Tottenham, tí hann ikki elskar felagið, men tí hann vil vinna steyp.