Tað skal ikki bera til at forða einum fríum og frælsum føroyingi at sleppa upp á Slættaratind og út í Lítlu Dímum, heldur løgtingsmaður
Ognarrætturin hjá privatum føroyingum til hagar, fjøll og oyggjar, eigur at verða amarkaður.
Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um ferðavinnu og í tí sambandi varð nógv tosað um, hvønn rætt almenningurin skal hava til at ferðast í fjøllum og haga.
Serliga hvassorðaður varð Jacob Vestergaard, sum avgjørdur staðfesti, at fólk hava als ikki sjálvsagdan rætt til at fara í hagan. Les meiri um tað HER
Men ein løgtingsmaður, sum er grundleggjandi ósamdur í hesum, er Bill Justinussen, tí hann heldur, at fríir og frælsir føroyingar, sum hann málber seg, skulu hava sjálvsagdan rætt til at ferðast í náttúruni.
Hetta er ikki landið hjá Jacob Vestergard og øðrum privatfólki, hetta er landið hjá okkum øllum somlum, heldur Bill Justinussen.
Hann harmast um, at Slættaratindur og Lítla Dímum eru seld privatum, men undir øllum umstøðum átti ognarrætturin at verið avmarkaður til at bara at umfata sjált jarðarbrúkið og ikki rættin til at nokta fólki at ferðast í náttúruni.
– Ongin skal kunna nokta einum fríum og frælsum føroyingi, føddur í Føroyum, at ferðast sum hann vil í fjøllum og í haganum, heldur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.
Sum føroyingur eigi eg at kunna njóta dalar, fjøll, áir og tindar, frítt og frælst ið teimum skyldum, sum áliggur okkum øllum. Og ongin, sum er við síni fullu fimm, er áhugaður til at dálka og oyðileggja.
Hann er eisini fegin um at tað er sett í okkara nýggju stýrisskipan, at hvørsmansrættur er galdandi.
Hann heldur eisini, at allir føroyingar eiga ognarræt til til landið, men hann heldur eisini, at tað er skeivt at samanbera føroyingar og útlendingar.
Bill Justinussen hevur ongar trupulleikar ið at krevja gjald frá útlendingum fyri at ferðast í fjøllum og høgum, men hann hevur stórar trupulleikar ið at krevja gjald frá føroyingum. Tí heldur hann, at vit skulu ikki detta í ta grøvina at javntseta føroyingar og útlendingar.
Henn leggur kortini dent á, at it skulu sjálsagt virða boð og vegleiðing frá teimum, sum umsita jørðina og at vit siga frá at vit fara í hagan.
Men er tað nakar, sum noktar fólki at fara í hagan, er Bill Justinussen fyri at ognartaka ein slíkan haga, bara fyri at varðeita hvørsmansrættin til at fara í hagan. At nokta fólki at fara í hagan, er ein arrogansa, sum kann framprookera eina mótreaktión, heldur hann.