Hýruvognurin, ið kom oman eftir Varðagøtu varð ákoyrdur av Pizzabilinum, sum kom eftir Sjúrðargøtu, frá Sjónlekarahúsinum, og rendi inn í síðuna á hýruvogninum. Sum tað sæst á myndunum hevur stoyturin verið sera harður, báðir bilarnir eru kroystir bæði framman og aftan. Hýruvognurin, sum kom oman eftir, vendi niðan eftir, tá avtornaði. Hevði hann verið raktur beint inn á førarahurðina, hevði fólkaskaðin ivaleyst verið stórur. Fólkini í bilunum vórðu flutt á skaðastovuna, har hýruvognsførarin fekk nakrar pentir ísettar.
Beint áðrenn samanstoytin høvdu tveir mans staðið og bíða eftir einum øðrum hýruvogni á gongubreytini, har sum Pizzabilurin bleiv slongdur eftir at hava rent á hýruvognin. Tíbetur var tað farið at regna, so teir vóru farnir yvir um vegin at kroka.