Hans Petur vann tónleikakapping

Hans Petur í Brekkunum vann kappingina hjá Tórshavnar Stórband um at skriva tónleik til big band. Sunnudagin var konsert við frumframførslu av sjey føroyskum tónleikastykkjum til big band

Sunnudagin endaði tónleikakappingin hjá Tórshavnar Stórband um at skriva verk til big band. Sjey føroyingar royndu seg í kappingini, og øll verkini vórðu spæld á konsert í Norðurlandahúsinum.
Tá varð eisini avdúkað, hvør hevði vunnið kappingina og tær 30.000 krónurnar. Ein norskur og ein danskur dómari høvdu mett um øll verkini, og teirra niðurstøða var, at Hans Petur í Brekkunum skuldi vinna kappingina. Nummar 2 gjørdist Magnus Johannessen.

Amerikanskt og norðurlendskt
»Oman á sand, brenna bál« eitur stykkið hjá Hans Peturi, og tónleikurin er bæði lívligur og friðarligur.
? Eg havi fingið íblástur úr amerikanskum jazzi, men eg haldi eisini, at tónleikurin ljóðar norðurlendskur, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Hans Petur í Brekkunum er útbúgving á Konservatiorinum í Århus, og hann hevur undirvíst í tónleiki í nøkur. Nú býr hann í Keypmannahavn, har hann fæst við at skriva og spæla tónleik burturav.
? Í løtuni undirvísi eg ikki, og so leingi, sum eg kann klára meg við at spæla og skriva tónleik, ætli eg mær at halda fram við tí, sigur Hans Petur í Brekkunum.

Fingu føroysk verk
Tað er lítið av big band tónleiki skrivaður av føroyskum komponistum, og høvuðsendamálið við kappingini hjá Tórshavnar Stórband var júst at fáa nøkur føroysk verk at spæla.
Hetta má sigast at eydnast, tí heili sjey verk komu til kappingina.
Og vinnarin í kappingini hevur hug at skriva meira til stórband.
? Eg havi havt eitt hugskot um at skriva tónleik til eina heila konsert við einum stórbandi, og tað hugskotið verður kanska veruleiki í nærmastu framtíð, sigur Hans Petur í Brekkunum.