Hanna er ógvuliga ivingarsom

Tað var ein alt annað enn sannførd Hanna Jensen, løgtingskvinna hjá Framsókn, sum vit sóu á skíggjanum í kvøld, nú vinnunevndin er komin við sínum áliti.

Tað var ein alt annað enn sannførd Hanna Jensen, løgtingskvinna hjá Framsókn, sum vit sóu á skíggjanum í Degi & Viku í kvøld, nú vinnunevndin er komin við sínum áliti um fyrisiting av sjófeingi.

 

- Framsókn hevur ikki umboð í vinnunevnd løgtingsins, og nú álitið er komið, fer tað í ávísum førum yvir um tey mørk, sum vit ynskja, og sum vit meta eru avtalað í samgongusamstarvinum.

 

Hanna Jensen segði, at tá talan er um kompromis, tí trupult er at finna semjur, eiga allir partar í samgongusamstarvinum at vera so nøkulunda samdir.

 

Spurd, um hon fer at atkvøða fyri lógini um sjófeingi við teimum broytingum, sum samgonguumboðini í vinnunevndini nú skjóta upp, segði hon, at tað er nakað, tey fyrst fara at viðgera innanfloks.

 

Hanna Jensen vísti á, at menningarkvotur er nakað nýtt, sum Framsókn ikki hóvar, og í fyrstani var talan um 5 prosent, sum nú í nýggjastu útgávuni av álitinum eru økt upp í 8,5 prosent.

 

- Hvat er tað, vit fáa í mun til tað, sum vit fóru eftir, og hvat er hetta keypt fyri. Hetta eru spurningar, sum vit mugu taka upp innanfloks, áðrenn nøkur støða fyriliggur, segði Hanna Jensen í Degi & Viku í kvøld.