Handverkslærlingar skulu ikki niður í løn

Føroya Handverkarafelag mótmælir ætlaðu lógarbroytingini hjá Mentamálaráðnum at lækka lærlingalønina

Tíðindaskriv


Føroya Handverkarafelag mælir Mentamálaráðnum til at taka aftur ætlaðu lógarbroytingina í lógini um yrkisútbúgvingar.

Mentamálaráðið hevur sent Løgtinginum eitt broytingaruppskot, har lagt verður upp til at handverkslærlingar í skúlatíðini skulu fáa vanligan lestrarstuðul heldur enn lærlingaløn, sum higartil.

Orsøkin til uppskotið er at spara landskassanum pengar, tí landskassin í núverandi skipan endurrindar læruplássunum 75% av lønarútreiðslunum í skúlatíðini.

Føroya Handverkarafelag hevur roknað út, hvat lærlingarnir koma at missa við hesi ætlaðu lógarbroytingini. Umroknað til mánaðarløn, verður missurin 3.649 krónur um mánaðin tað fyrsta læruárið vaksandi upp í 8.959 krónur um mánaðin tað fjórða læruárið.

- Føroya Handverkarafelag kann ikki viðmæla einum uppskotið, sum beinleiðis tekur burturav inntøkuni hjá lærlingunum. Um landskassin vil spara, so mæla vit heldur til at lækka afturberingina til læruplássini. Vit kunnu heldur ikki góðtaka, at politiska skipanin fer inn á eitt øki, ið er regulerað sambært einum sáttmála millum Handverkarafelagið og Vinnuhúsið sum umboð fyri meistararnar, sigur Henry Olsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Føroya Handverkarafelag ber ótta fyri, at áhugin fyri at gerast handverkaralærlingur fer at minka um hetta uppskotið vinnur frama.

- Tað er neyðugt at eggja ungfólki til at taka handaligar útbúgvingar, tí vit bera ótta fyri, at tað í framtíðini verður trot á fólki við handverkaraútbúgving, um ein so eyðsýnd “gularót” sum lærlingaløn í skúlatíðini verður tikin burtur, sigur Føroya Handverkarafelag millum annað í sínum hoyringssvari til Mentamálaráðið.