Handfaring av nøkrum orðum

John S. Myllhamar

 

Hugtakið "ungdómar" gevur verkir í oyruni. Tá ið eg hoyri orðið dómar, rennur mær løgfrøði, úrskurður í rættarmáli, í huga. Ungdómur er partur av mannalívinum, sum vanliga verður býtt upp í fýra bólkar: barndómur, ungdómur, manndómur, aldurdómur. Ein ungdómur, sagt um ungan drong ella unga gentu, ella tveir ungdómar, sagt um tvey ung fólk, tykist margháttligt, tá ið hugsað verður um tað, ið nevnt er omanfyri. Man nakar siga: tveir barndómar spældu í ánni, ella tveir aldurdómar fóru eftir vegnum? Nei, tveir óvitar ella tvey børn spældu í ánni, tvey gomul fólk fóru eftir vegnum. Nakrir ungdómar í Havn hava gjørt herverk. Nakrir aldurdómar í Klaksvík hava verið útferð. Vit hava hópin av orðum at brúka ístaðin fyri ungdómar, so sum ungfólk, ung, unglingar. tey ungu, ungur drongur, ung genta. Skal orðið "dómar/ur" verðar brúkt um tey ungu, so má tað náttúrliga eisini kunna brúkast um hinar aldursbólkarnar - allar ella ongan.

Annars, so trúgva fólk bara meira og meira. Eingin hugsar tað, ella heldur tað, longur. Eldri fólk, eg minnist, søgdu altíð: eg hugsi tað. Ein vøkur útsøgn. Eg haldi tað, hevur verið vanligt á mannamunni. Men nú hoyrir tú nærum í hvørjum setningi: eg trúgvi tí! eg trúgvi tað! eg trúgvi at ...! jeg tror det! Enntá var tað onkur, sum helt fyri: Eg trúgvi at eg fari at ferðast í summar. Orðið trúgva hevur heilt aðra merking. Vit trúgva á Guð, Allah, Buddha ella hvønn tað nú er; og vit trúgva einum menniskja, at tað tosar satt. Málkøn hava ofta gjørt vart við hesa málspillu.

Í nánd er tíðin, at menn fara eftir havhestaungum/nátaungum. Ein blandingur tykist vera komin í orðini ungar og pisur. Nakrir fuglar hava pisur, aðrir ungar. Vanligt er at siga, at lomvigin, ternan, lundin og aðrir fuglar við, hava pisur. Skaldið yrkir um ternubøguna: "hon átti smáar pisur tvær". Havhestur, høna, dunna, gás og aðrir fuglar, hava ungar.

Lundaungi og dunnupisa? Nei, ikki so vanligt - enn.

Nú gryvja er grivin millum ættarliðini, og barndómar og ungdómar lítið og einki eru saman við manndómum og aldurdómum og hoyra tey snakka og siga frá, verður málið eisini meira og meira vanskeplað. Skjótt er at venja fólk, serliga nú útvarpsstøðir senda alt samdøgrið, tí har er málburðurin í talu og sangi mangan sum best ber til.