Hamas-leiðari eggjar palesdtinum til at hevna ísraelska loftálopið á Gaza, sum sambært myndugleikunum hevur kostað meiri enn 200 mannalív Ísraelska loftálopið er tað harðasta í fleiri ár, og paletinsku heilsumyndugleikarnir siga, at minst 208 fólk hava latið lív. Nógv onnur eru særd.
Mótmælisgongur hava verið í fleiri arabiskum londum í dag, har fólk hava fordømt ísraelska álopið, og leiðslan í Arabisku Samgonguni fyrireikar fund longu í morgin um støðuna.
Hamas-leðarin Khaled Meshaal, segði við arabiska sjónvarpið al-Jazzera í dag, at palestinar eiga at gera vápnaðan uppreistur ímóti Ísrael.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehuid Barak, sigur, at hernaðarátakið í Gaza fer at halda fram, so leingi tað er neyðugt.










