Hálvi føroyingurin, Thomas Poul Reines Hals byrjaði sjálvur at taka lut í Blessing Ten Sing arbeiðinum ísambandi við konfirmatiónina. Kórið hevur havt hansara serliga áhuga, og síðstu tvey árini hevur hann stjórnað tí.
? Eg havi altíð havt áhugað fyri tónleiki. Trummur havi eg spælt í nøkur ár, og gittar og fiolin dugi eg eisini at spæla, sigur Thomas Poul.
Hann hevur eisini spælt í bandi, saman við øðrum.
? Tað vit hava at bjóða er ymiskt slag av tónleiki. Rockur og poppur er tað, vit hava mest av. Men vit hava eisini nakað av gospel og acapella.
Knýtt at KFUM/K
Blessing Ten Sing eru úr Fana, stutt frá Bergen. Tey eru ein partur av Ten Sing-arbeiðinum í Noregi. Hetta er ein øðrvísini háttur fyri kristnum ungdómsarbeiði, sum er knýttur at KFUM/KFUK. Ungdómanir eru frá 13 upp til 19 ár. Nógvir ymiskir arbeiðshættir verða nýttir í arbeiðinum. Millum annað arbeiða tey við sangi, tónleiki, dansi, drama, ljóði og ljósi. Men har eru eisini nógv annað viksemi, sum næstan bara hugflogið kann seta mark fyri.
Vinir í Føroyum
Thomas Poul hevur ofta verið í Føroyum áður, og serliga í Fuglafirði, haðani mamman er ættað. Hann skilir og tosar eisini føroyskt.
? Eg var ikki í Føroyum í fjør, og tí gleddi eg meg at koma aftur hendavegin nú í ár. Eg havi eisini nakrar vinir í Føroyum, men nú er so langt ímillum, at eg síggi teir, og tað er eitt sindur keðiligt.
Konsertir
Í Blessing Ten Sing eru einir 50 limir. 35 av teimum eru við á Føroyaferðini umframt leiðarar og hálparfólk. Ferðalagið telur 47 fólk íalt.
? Føroyaferðin er bæði ein frítíðarferð og ein ferð, har Blessig Ten Sing hevur framførðslur, sigur Per Eirik Hals, pápi Thomas Poul og ferðaleiðari á Føroyaferðini.
Ferðalagið kom til Føroya við Norrønu mikudagin. Saman við fleiri 100 øðrum fólkum, sóu tey Noreg vinna á Brasil á stórskermi umborð á Norrønu. Hetta gjørdi ferðina heilt ógloymandi. Ferðalagið hevur vitjað í Havn, og í gjárkvøldið høvdu tey konsert í KFUM & K í Klaksvík, og um verðrið verður til vildar, fara tey at syngja úti við Ónagerði í Viðareiði í dag. Leygarkvøldið hava tey konsert í fimleikarhøllini í Fuglafjarða skúla. Ferðalagið fer avstað aftur til Noregs mánadagin 29. juni.